Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sprenurin stendur úr Háfjalli

Oliver Joensen

Tunnilsmenninir hjá NCC møta nógvum vatni inni í Norðoyatunnlinum nú teir eru komnir vestur um tað hægsta á fjallinum.

Í nátt "sonderboraðu" teir aftur. Hendan borðingin røkkur einar 36 metrar fram og hetta verður gjørt áðrenn farið verður undir spreingiborðingarnar, og tað var ikki hissini vatn teir hittu við hesari borðingini.
Norðlýsið hevur fyrr skrivað um, at umleið 1000 litrar av vatnið eru komnar úr onkrari borðing, men eftir tí vit skilja ídag, so helt vatn áfram at koma úr øllum borðingunum og mett var um trýtíðina ídag, at eini 6-7000 tons koma úr holunum júst nú. Hetta er meira vatn enn øll Klaksvíkin brúkar úr vatnbrunnunum hjá kommununi.
Og hartil var trýstið ógvusligt. Mett verður, at trýstið á vatninum sum nú kemur úr borðiholunum liggur um eini 100 bar.
Sí myndirnar.