Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Springarin hevur tað gott á Pollinum

John William Joensen

Hóast fleiri royndir vóru gjørdar í gjár at fáa fleiri springarar til høldar so eydnaðist bert at fáa tann eina upp í aliringin.

Springarin hevur tað gott og í dag fara menn frá Føroya Sjómannadegi at byrjað fóðringina.
– Vit hugdu til hann seint í gjár og tá var hann ikki at síggja, men tá vit høvdu bíðja eina góða løtu, kom hann blásandi upp undan og hann virkaði at vera væl fyri.
– Vit ætlað nú at gera okkum betur út, soleiðis at tað verður lættari at fáa onnur havdjór til høldar, sigur Hjaltur Poulsen, sum saman við bróður sínum Eyðstein Poulsen, standa fyri framsýningini av livandi fiskum og hvalum á Føroya Sjómannadegi 2006 sum byrjar um eina góða viku.