Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sprongdu russiska granat í Haraldssundi

John William Joensen

Serfrøðingar frá Søværnets Minørtjeneste vóru seinrapartin í Klaksvík eftir eini granat sum Skálaberg fekk í trolið í Barentshavinum.

Tá Skálaberg kom heim úr Barentshavinum hevði hann ikki bara fisk í lastini.
Hendan túrin fingu teir nevniliga eisini eina russiska bumbu, sum teir høvdu við heim.
 
Bumbur eru vandamiklar
Boð vóru send til Færøernes Kommando og í morgun komu so Søren Sinderholm og William Jensen, frá Søvernets Minørtjeneste, norður til Klaksvíkar at taka sær av bumbuni.
– Tað eru boð eftir okkum umleið 15 ferðir um árið og tað hevur verið sera ymskt slag av bumbum sum vit hava havt við at gera tey 17 árini eg havi arbeitt í Føroyum, greiður Søren Skinderholm frá.
– Vit hava verið við til at spreingja minur, fýrverk, hondgranatir og annað slag av spreingiknøttum.
– Líka mikið hvat slag talan er um, so eiga fólk altíð at ganga út frá at bumbur eru vandamiklar og tí er umráðandi at ein ikki sjálvur prøvar at gera nakað við bumburnar.
– Tá ein hevur mistaka um okkurt óvanligt so er rættast at seta seg í samband við okkum tí vit hava útgerð sum eitt nú røngentól til at meta um talan er um eina bumbu ella ikki.
 
Ikki tveita bumbur út
Teir báðir bumbuserfrøðingarnir frá Søværnets Minørtjeneste siga at tað ikki er vandaleyst at tveita bumbur aftur í havið.
– Tá skip fáa bumbur í trolið, so er tað sjálvandi ógvuliga nærliggjandi at hugsað at tað tryggasta er at tveita bumbuna aftur í havið, men hetta er ikki rætt.
– Tá bumban kemur á dekki hevur hon jú fingið fleiri stoytir og tí kann stoyturin, sum hon fær tá hon verður tveitt í havið verða nokk til at hon brestur.
– Tí er tað rætt at seta seg í samband við okkum so vit kunnu vegleiða.
– Tað er heldur ikki altíð so lætt at staðfesta um talan er um eina bumbu tí nógvur vøkstur kann vera uttan á einari bumbu sum hevur ligið á havbotninum í mong ár. Tí ráða vit altíð til at um ein hevur mistanka til ein lut sum er í trolinum, at leggja hann eitt stað har hann kann liggja í frið og náðum, og boðsenda okkum.
 
Meira í blaðnum
Meiri verður at lesa um bumburnar í blaðnum í komandi viku.