icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spurnartekin við áhugamál felagsins

Tíðindaskriv

Tað vóru nógv áhugaverd sjónarmið at hoyra á Føroya Løgtingið í dag, tá málið um at strika flutningsskylduna og útveita sjóvegis farleiðirnar, var til viðgerðar.Í fleiri førum var spurnartekin sett við áhugamálini hjá Útoyggjafelagnum, og m.a. var Mykinesleiðin nevnd. Útoyggjafelagið vil gera tað púra greitt, at okkara áhugamál er einans, at tæna og stuðla teimum, sum búgva og virka á útoyggj.Fyri Útoyggjafelagið snýr málið seg heldur ikki um einstaklingar ella feløg, ið taka av einari útveiting, men um prinsippi, at útveita.Eftir okkara sannføring, er tað ikki rætt, at lata eina so grundleggjandi tænastu fara út á ein ótryggan privatan marknað, har áhugamálið er vinningur.Tær royndir sum eru gjørdar, eru ikki góðar, og her er kunnu vit vísa á farmaleiðir, og Mykinesleiðina. Enn eina ferð snýr tað seg ikki um tey, sum røkja leiðina, men um útveiting sum heild. Smidleikin er ov lítil, prísurin ov høgur, og leiðin virkar ikki eftir somu treytum, sum tær almennu leiðirnar, eitt nú er tað truplari og kostnaðarmiklari at gera eykatúrar.Útoyggjafelagið hevur fleiri ferðir víst á vantandi kanningar, og grundgevingar fyri at gera hetta stóra inntriv í tryggleikan og trivnaðin á útoyggj. Heldur enn at skapa ótryggleika, ótta og ógreið viðurskifti, eiga Landsstýrið og Løgting, heldur at skapa góðar fyritreytir fyri útoyggjarnar at mennast og virka, og tað verður ikki gjørt við at útveita, og avtaka flutningsskylduna.Tey sum búgva á útoyggj, hava eisini talað í hesum máli, tað gjørdu tey við teimum gott 200 undirskriftunum, ið vóru handaðar Vinnunevndini áðrenn 1. viðgerð av málinum. Í skrivinum tey handaðu saman við undirskriftunum var víst á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri tey, at farleiðirnar framhaldandi verða almennar.Aftur