Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spurningar til 4 praktikantar

Eirikur Biskopstø

Eirikur Biskopstø, sum er í starvsvenjing í Norðlýsinum, hevur verið í býnum og interviewa 4 praktikantar.

Eg og 9. flokkarnir í Ósaskúlanum eru í starvsvenjing. Eg eri í starvsvenjing í Norðlýsinum.
Mánadagin tann 12/9-05 skuldi eg í býin (Klaksvík) og spyrja 4 næmingar, sum vóru í starsvenjing, hesar spurningar:
 
1: Hvussu dámar tær starvsplássið, tú arbeiðir í?
 
2: Hvat arbeiðir tú við?
 
3: Kundi tú hugsa tær at havt tílíkt starv í framtíðini?
 
4: Hvat heldur tú vera endamálið við at fara í starvsvenjing?
 
5: Hvat annað starvspláss valdi tú?
 
 
Tað eydnaðist mær at fáa fatur í 4 næmingum, sum høvdu hug til hetta.
Hesir næmingarnir vóru: Kári Rasmussen í Føroya Bjór, Hjalti Heðinsson í EL-IN,
Hanna Steinberg í Norðoya Sparikassa og Gudny Jakobsen í TOTAL.
Hetta vóru svarini, sum eg fekk frá teimum:
 
 
Navn: Kári Rasmussen                      Starvspláss: Føroya Bjór
 
1: Mær dámar væl at arbeiða her! Eg haldi, at hetta
er tað besta starvsplássið, sum man kann velja.
 
2: Eg koyri sodavatns-vørur út, koyri proppar á fløsku, arbeiði við maskinu (ikki vandamiklari) og nógv annað.
 
3: Ja tað kundi eg hugsa mær, tí tað er eitt gott starv og her eru nógvir góðir starvs-felagir.
 
4: Fyri at læra hvussu tað er, at arbeiða sum vaksin í framtíðini.
 
5: Eg valdi onki annað. Ringdi sjálvur til Føroya Bjór.
 
 
 
 
Navn:  Hjalti Heðinsson                      Starvspláss: EL-IN
 
1: Tað er veldugt at vera her.
 
2: El-arbeiði.
 
3: Ja, tað hevði ikki verið so galið. Men tað er góð tíð at hugsa seg um enn.
 
4: At vit fáa at vita, hvussu tað er at arbeiða.
 
5: Norðoya Sparikassa og Føroya Tele.
 
 
 
Navn: Gudny Jakobsen                      Starvspláss: TOTAL
 
1: Mær dámar tað heilt væl. Tey ið arbeiða her eru sera fitt.
 
2: Eg selji, seti prís á klæðir, seti ting upp á pláss, ruddi o.a.
Eg geri næstan alt tað sama sum hini, sum arbeiða her.
 
3: Avgjørt. Tað er ikki so lætt, sum eg helt tað vera, men tað áhugar meg.
 
4: Eg haldi, at tað er fyri at hjálpa okkum næmingum við at fáa at vita, hvussu tað er at arbeiða á tílíkum starvsplássum.
 
5: Sparikassan og svimjihøllina.
 
 
 
Navn: Hanna Steinberg                      Starvspláss: Norðoya Sparikassi
 
1: Mær dámar tað væl. Her er ordiliga vell. Og starvsfólkini eru herlig. Ótrúliga stuttligt.
 
2: Eg royni alt møguligt. Eg skifti faktist ímillum allar deildirnar. So eg komi faktist nokkso væl runt.
Eg havi talt pengar, roynt at bóka okkurt, stovna onkrar kontoir og sovorði.
 
3: Ja, men eg veit also yvirhøvur ikki, hvat eg ætli mær. Kanska.
 
4: Tað man vera fyri at vit skulu sleppa at royna, hvussu tað er at arbeiða og finna nøkulunda útav,
hvat vit ætla okkum.
 
5: Flora og Bakaríið Hjá Símun.