Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, um tilbúgvingina

John William Joensen

Í februar 2007 var ein sera áhugaverd ráðstevna um tilbúgving hildin á Hotel Føroyum, har greitt var frá, hvussu tilbúgvingin í grannalondunum var fyriskipað og hvussu tilbúgvingin í Føroyum virkar.

Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á evni, sum verða mett at hava størst týdning í strembanini eftir at skipa eina almenna føroyska tilbúgving á landi og sjógvi.

Tað vóru 27 ymiskir aktørar við til ráðstevnuna, har fleiri fólk umboðaðu hvønn aktørin. 21 ymiskar raðfestingar vórðu gjørdar innan tilbúgving, tey trý sum fingu hægstu raðfesting vóru:

1. Felags tilbúgvingarleistur (sum Tilbúgvingarstovan hevur ábyrgdina av).

2. Plasering av Alarmsentrali og hvørjar uppgávur hann skal hava (ábyrgdina hevur Fútin).

3. Samskipan yvir kommunumørk (ábyrgdina hava kommunufeløgini).

At tí at eingin tilbúgvingarstjóri er settur, liggur hettar arbeiði stilt og ikki ber til at koma víðari við hesum arbeiði.

Nú frættist eisini, at Landsverk er farið í holt við at gera sín egna leist fyri tunlar o.s.fr.

Einki er at ivast í, at tað hevur stóran týdning at fáa samskipanina av tilbúgvingini framda, og tí setti undirritaða, í farna mánaði, Tórbirni Jacobsen ein munnligan fyrispurning í løgtinginum um hesi viðurskifti, men av tí at landsstýrismaðurin var burturstaddur, tá fyrispurninguirn skuldi svarast, og tíðarfreistin fyri at seta munnligar fyrispurningar í hesi tingsetuni er farin, loyvi eg mær at spyrja landsstýrismannin spurningarnar ígjøgnum fjølmiðlarnar:

1. Nær kann roknast við at ein nýggjur tilbúgvingarstjóri verður settur?

2. Fer landsstýrið at tryggja sær, at ein komandi tilbúgvingarstjóri tekur uppaftur tað arbeiðið sum fráfarni tilbúgvingarstjóri setti í gongd við at samskipa alla tilbúgvingina?

Rósa Samuelsen
løgtingslimur

Harleywoodpaint