Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr Anniku Olsen, landstýriskvinnu á Almannamálum: 1. Er landsstýriskvinnan vitandi um tær sparingar, sum ætlanin er at seta í verk á Hamragarði? 2. Hevur landsstýriskvinnan góðkent, at 60 tímar um vikuna skulu sparast burtur? 3. Hevur landsstýriskvinnan góðkent, at køkurin skal stongjast í vikuskiftinum? 4. Er landsstýriskvinnan vitandi um, at allir ítrivstímarnir á heiminum eru burtur.
Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spyr Anniku Olsen, landstýriskvinnu á Almannamálum:
1. Er landsstýriskvinnan vitandi um tær sparingar, sum ætlanin er at seta í verk á Hamragarði?
2. Hevur landsstýriskvinnan góðkent, at 60 tímar um vikuna skulu sparast burtur?
3. Hevur landsstýriskvinnan góðkent, at køkurin skal stongjast í vikuskiftinum?
4. Er landsstýriskvinnan vitandi um, at allir ítrivstímarnir á heiminum eru burtur.
Viðmerkingar:
Tá fólk eru noydd at fara á røktarheim, er nakað av tí mest umráðandi fyri hesi, at tey føla, at har er trygt og gott at vera.
Tí kann tað ikki vera rætt, at tað í heilum verður boðað frá ymiskum sparitiltøkum, sum gera dagligdagin ótryggan. Frammanundan er ein náttarvakt spard burtur á Hamragarði.
Bara tað, at tað kemur upp á tal í ári 2014 at stongja køkin í vikuskiftinum á einum heimi, har 24 fólk búgva, er so burturvið, at landsstýriskvinnan beinanvegin má steðga hesi ætlan.
Harumframt eru ítriv og venjing ein umráðandi partur av framkomnari røkt, og kann tað ómøguliga verða talan um, at hesin parturin verður tikin burtur úr røktini.
Tí verða hesir fyrispurningar settir landsstýriskvinnuni í almannamálum.
Á Løgtingi, 3. apríl 2013
Henrik Old
løgtingsmaður




