Í viðmerking til greinina “Avgreiðslubilur kemur ikki vegin fram”, sum Norðlýsið gav út í gjár, sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari, at ein trupulleiki hevur verið vantandi kyrra á Eiðinum í Svínoy, og tí hevur Sam ikki kunnað siglt bilin út.
Hann leggur afturat, at hann bæði væntar og vónar, at tað fer at bera til í hesi vikuni. Sostatt er ætlanin, at Sam ger ein túr út í Svínoynna seinni í vikuni.
Akstovan, Strandferðslan og Samferðslumálaráðið hava í samráð fingið í lag eitt undantaksloyvi til koyrikort til bilin, so tað verður ikki ein trupulleiki hjá bilføraranum at koyra hann.
Til spurningin á bólkinum Svínoyingar um, hvussu leingi bilurin hevur staðið á ferjuleguni, sker ferðsluskiparin eisini ígjøgnum og sigur, at hann hevur staðið har síðani 23. november 2018, t.v.s. nærri 2 mánaðum enn 4.
Líkt er tí til, at bilurin verður at síggja á vegunum í Svínoy seinni í inniverandi viku.



