Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
Ger so væl.
—
Bátarnir í oynni vórðu, so langt søgan røkkur, hildnir í felag. Báturin var neyðugur fyri at yvirliva á oynni. Tað var tí ikki meira enn rætt og rímiligt, at allir høvdu áhuga í, hvørjum standi báturin var í. Hvør íbúgvi hevði ábyrgdina av sínum parti í bátinum; hvussu kann skuldi brúkast, varð avgjørt á morgunfundi. Eingin kundi fara við bátinum, uttan allir høvdu givið loyvi til tess. Skuldi onkur av dirvi og óskoytni gjørt, at teir mistu bátin, so var ikki liviligt har. Tí var tað bert skilagott, at allir vóru samdir, um báturin skuldi flotast.
Líkleiki varð nýttur í øllum viðurskiftum á St. Kilda. Tá Highland og Agricultural Society sendi havra og mjøl út til fólkið, so fór býtið fram eftir strongum reglum. Hvørt mannkyn og kvennkyn yvir ellivu ár í oynni fekk fullan part, tey millum 9 og 11 fingu tríkvart part, tey undir níggju til tey í vøgguni hálvan part. Mansparturin var 140 pund av havra og mjøli. Tá øll høvdu fingið sín part, so varð avlopið býtt so javnt, sum til bar.
Te og onnur vøra, sum faktorin kom út við, varð somuleiðis býtt javnt millum húskini. Eisini eplini vórðu býtt, men sukur var undantikið. Her fingu øll líka, gomul sum ung.
Seinni nýttu teir eitt einfaldari býti; tá fingu øll yvir 16 fullan part, meðan tey undir 16 fingu hálvan. Javnbýtið varð eisini nýtt, tá tað kom til gávur, sum ferðafólk og onnur góvu.
“Grundsjónarmiðið í øllum viðurskiftum hjá fólkinum á St. Kilda,” skrivaði Wilson, “ var teirra fasta binding at hugsa eins – har eingin maður fekk loyvi til at koma fram um grannan og kundi gera, at hann fekk fyrimunir fram um vælferðina hjá heildini.” Á ein hátt gjørdist hetta ein sera stirvin skipan. “Eg hoyrdi,” skrivar lærarin John Ross í 1889, “ein mann siga, at hann kundi hugsað sær at lagt træ á gólvið í annan endan á húsinum, so tað gjørdist hugnaligari inni, men hann mátti lata sær siga, tí summir steðgaðu honum við teimum løgnastu grundgevingunum, so hann sá tað skilaleysa í síni ætlan.” Kona seinasta trúboðaran, sum varð sendur út á St. Kilda, minnist: “Tá tey á St. Kilda fóru í holt við nakað nýtt, so fóru tey øll undir tað sama dag. Fóru tey at fletta, so var tað ikki nóg mikið við einum lambi fyri øll. Men so fór hvørt húski at fletta. So har kom eitt stykki av lambskjøti til okkara úr hvørjum húsi. So tú mátti royna at eta lambskjøt, til tú gjørdist so troyttur, at tú at enda ikki toldi sjónina av tí.”
Henda javnaðar skipanin og teir skeivleikar, hon so hevði, var tann støðan, sum fólkið á St. Kilda var endað í. At yvirliva í felag var tað, sum lá djúpast í teimum, og hóast fólkið av “mainland” (“fastlandinum”) fóru seinni árini at finnast at teimum á St. Kilda, tí har var einki framfýsni, so kendu tey einki til ein tílíkan menniskjaligan eginleika, tí tey altíð hugsaðu um heildina heldur enn um partar. Tað var ikki tí, at fólkið á Hirta var evnalítið, men einans tí at einstaklingakonseptið var ikki hóskandi í teimum umstøðum, tey livdu undir.
Fíggjarligu umstøðurnar broyttust lítið gjøgnum eini seks hundrað ár, meðan teir umhygnu eigararnir MacLeod høvdu ræðið á oynni. Men fólk hevur ivaleyst livað á Hirta í eini tvey túsund ár. Leivdir á Glen Mor bera boð um, at her hevur helst í fyrisøguligari tíð búð eitt fólk, sum hevur livað sum hirðar og av jarðarbrúki. Men veðurlagsbroytingar, lendið og tann karga jørðin hevur ivaleyst gjørt tað neyðugt at fara av økinum. Kanska vóru tey týnd av sjúku ella tvungin av teimum, sum seinni komu at búgva í Village Bay. Men hvat hendi hesa tíðina er ókent, og tað er neyvan hugsandi, at hesin tunni og steinfylti svørðurin goymir í sær nakað svar, um fornfrøðingar skuldu farið at grivið her.
Í áttandu øld kom ein innrás úr Skandinavia til Skotlands. Teir ráddu á skotsku oyggjunum og Iona, og St. Kilda kann væl hava verið partur av hesum ríkinum. Í 1886 funnu Richard Keaton og bróðurin Cherry leirvørur, líknandi teimum íløtum, sum vóru nýtt í víkingatíðini at kóka í. Oiseval kemur úr noðrurlendska austr fell sum merkir eystfellið. Soey kemur av Soud-ey, seyðaoyggin. Men í hvussu er, so eru øll staðarnøvnini úr norðurlendskum tílík, sum kunnu síggjast frá sjónum.
—
Staðarnøvnini við støðna á Hirta og har rundan um eru av geliskum uppruna. Áir og keldur bera nøvn úr gamla keltiska málinum. Tí kann haldast, at hóast norðbúgvarnir kendu oyggjarnar, so búðu teir neyvan fast á St. Kilda. Teir hava kent oynna sum góða at kroka undir í stormi og illveðri, og haðani teir kundu draga feskt vatn.
Men viðvíkjandi staðarnøvnum, so er nevnda reglan ikki hildin altíð, tí nøvn sum Mullach Bi og Dun, sum væl síggjast av sjónum, eru av geliskum uppruna; ein av keldunum á Hirta eitur Tobar Childa, annað úr geliskum og hitt úr norrønum. Einasta, sum við vissu kann sigast, er, at St. Kilda var kend av norðbúgvum.
Hvør so enn upprunin er til, at fólk hava búsett seg á St. Kilda, so hava fjøður og lýsi av sjófugli verið av stórum týdningi í gomlum døgum. Hesin fíggjarligi fyrimunur hevur helst verið tann, sum hevur gjørt, at eigarin hevur fingið fólk at búsett seg har.
Skrivligar keldur siga, at niðursetufólkini vóru ættað av fólki úr næstu oyggjunum Lewis, Harris, Skye og Norður og Suður Uist. Uttan iva av keltiskum uppruna. Hóast tað tykist lítið sannlíkt, at fólkini á St. Kilda vóru eftirkomarar av “sjórænarum, útskotum og brotsmonnum, sum flýddu frá dómi,” sum hildið varð av prestinum Kenneth Macauley í 1758, so hevur MacLeod of MacLeod helst sent tílík, sum óynskt vóru, til mest fjarskotna umráðið í hansara ogn.
Nýtt blóð má vera komið inn fleiri ferðir gjøgnum langa tíðarskeiðið. Onkuntíð var tað neyðugt, til aðrar tíðir óvæntað. Tvær ferðir hava sjúkur gjørt enda á fólkinum, so eigarmaðurin hevur roynt – tí ogn var í hesum fjarskotna oyggjabólki – at fingið fólk aftur á klettarnar, so hann hevur fingið kroftarar úr minni fjarskotnum pørtum av góðsinum at flyta út hagar. Nógv skip hava endað sínar dagar undir oyggjunum, og fleiri vitjaðu oyggjarnar, meðan teir fiskaðu rundan um St. Kilda, har stórt fiskiríkidømi er, so onkur fiskimaður man hava kastað sín kærleika á gentu haðani og hevur búsett seg har.
Fleiri vitjandi hava roynt at finna løgin sálarlig fyribrigdi, sum kundu vísa frábrigdi millum fólkið á St Kilda og fólk annars. “Sum ættarslag,” skrivaði presturin Neil Mackenzie í nítjandu øld, “eru tey innføddu har lægri og ikki so harðbalin ella sunn. Tey eru vanliga klantraslig við ljósum hári og reyðdæmd.” Tað er lítið hald í, at tey viku frá hinum oyggjarbúgvunum ella vóru minni harðbalin. Skuldi nakað verið sagt um, at tey á St Kilda viku frá øðrum, so var tað, at tú longu á ungum aldri sást á andlitunum, hvussu harðbalið lívið var á hesum oyggjum. Tá hetta samfelagið leið móti endanum, so tóktust fólkini at vera ávirkað av arrum og skøvum, kulda og høvuðpínu, men teirra kropsliga dirvi og eginleikar tóktust ikki at vera skerdir, men livilíkindini vóru munandi verri móti endanum av tíðarskeiðinum.
Persónligu dygdirnar í fólkinum á Hirta høvdu størri áhuga enn teirra útsjónd. Tá ikki verður hugsað um teirra fávitsku, sum vitjandi kundu stuttleika sær av, so hildu nógvir av eygleiðarunum, at fólkið var treiskt, fult av yvirtrúgv, dovið og kraddut. “Fólkini á St Kilda eru púra uttan forvitni, hava býttisliga og tóma áskoðan á tað, sum onnur undrast á, eina ovurhonds tráðan eftir tubbaki og spiritus, tey eru dovin og ótrúliga skittlig,” endaði Lord Brougham sínar viðmerkingar í 1799.
Men fólkið á St Kilda eins og tey í nógvum primitivum samfeløgum hevði merkisverdar eginleikar. Tey høvdu sterk eyðkenni, og hesin serligi livihátturin gjørdi, at tey høvdu ment eina ótømandi gávu at nýta vit og skil. “Tey eru sera vinarlig menniskju,” skrivaði Neil, “sum vilja tær væl, og ert tú teirra millum, so ert tú vælkomin. Tey hava serligan áhuga fyri, at tú skalt hava tað gott; hevur tú búð hjá teimum, so verður tú næstan illa við, tá tey hvønn morgun spyrja teg, hvussu tú hevur tað, um tú hevur sovið væl, og um tú ynskir tey at hjálpa tær við nøkrum.”
Eins og mangir keltar, so eru tey meira droymarar heldur enn virkin. “Teimum dámdi betur at tosa”, sigur onkur eygleiðari, “og kundu tey altíð finna orsøkir og umberingar”. Nógvir eygleiðarar mettu teirra dreivandi verumáta sum dovinskap. John MacDonald skrivar í 1822, “at tað kann ikki takast frá teimum, at tey eru líkasæl og dølsk; sjáldan bert dovin.” Men fyri íbúgvararnar var arbeiðsferðin meira stýrd av tørvi. Tíð hevði fyri tey ikki so nógv at siga, men var hon meira býtt upp í árstíðir heldur enn í mánaðir og dagar. “Menninir goymdu sínar kreftir at fanga sjófugl og gjørdu lítið við arbeiðið á “kroftini”.
“Eg helt altíð, at menninir kundu gjørt meira arbeiði,” skrivaði kona trúboðaran í 1909, “men fóru teir undir okkurt, so arbeiddu teir nógv. Eg plagdi at halda, at teir lótu konurnar gera arbeiði, sum teir áttu at tikið sær av. Tað var ikki sjáldan at síggja, at ungir menn hjálptu til við at binda eina byrðu upp á ryggin á eini kvinnu. Seyður, kol og annað varð vanliga borið av støðni og til húsar av konufólkunum – bert sjáldan av monnunum. Eg helt tað vera sera løgið, einaferð eg vitjaði, at síggja konu standa og velta og seta niður epli, meðan húsbóndin sat uttanfyri og seymaði ein kjóla fyri konuna.” Lívið á Hirta var soleiðis, at konurnar høvdu ongantíð eina løtu fyri seg sjálvan. Umframt vanliga arbeiði í húsinum, so gingu tær eftir vatni, eftir brenni og fingu mat til høldar. Hvørt summar fóru tær til neytar tvær ferðir um dagin, altíð við stokkum gangandi hesar tveir fjórðingarnar til Glen Mor. Meðan dreingirnir vórðu vandir upp at tosa nógv og gera lítið, so vórðu genturnar hildnar til at bera tungar byrðar heilt frá ungum av.
Hvat siðmenningini viðvíkti, so var har ikki nakað at finnast at. Brotsgerðir vóru ókendar á oynni. Í einum øki, har hvør livdi so tætt at sínum granna, so kundi brotsgerðir ikki verða toldar. Fyri tað annað, so vóru tey øll í sama báti, hvat ogn og ábyrgd viðvíkti. John MacDonald skrivar í 1822: “Eg hevði ein fund við Mr. McLellan og gæliska læraran, ein fund sum kundi sammetast við ein rættarfund um semju, og sum var at fáa kyrrað møguligar ósemjur, sum kundi vera millum fólkið; men eg gjørdist fegin um at hoyra, at tílíkar funnust ikki, uttan ein lítil ósemja millum mann og konu. Har funnust eingi leysingabørn á St Kilda, og viðvíkjandi siðiligum atburði, so var minni at siga um menninar enn kvinnurnar. Har var einki drekkarí. Átti ein á St Kilda ein dropa av Whiskey, so var hann meira nýttur sum heilivágur, ella goymdur í einum skápi til næsta brúdleyp. Presturin Macaulay endaði og segði, “at teirra siðmenning var reinari, enn hon er í einum størri og meira oyðslusomum samfelag, hóast hetta metti seg meira framkomið.”
Tað var eitt gudsóttandi fólk, sum búði á oyggjunum. Hetta kanska í mestan mun av teirra serligu umstøðum. Ein veður- og sjóbard oyggj, sum steig næstan steyrrætt upp úr havinum, har einki annað var fyri eygað at sjá enn stóra og víða Atlantshavið, so her høvdu íbúgvararnir øll odds ímóti sær. Undir tílíkum landafrøðiligum umstøðum er maður óendaliga lítil í tí óendaliga stóra. Fólkið livdi tí undir eini strangari og puritanskari trúgv, sum gav teimum frið í sinnið og veitti teimum, um ikki eina framtíð her á jørðini, so eina kós, tey kundu fylgja, og eitt lyfti um eitt lív eftir hetta jarðarlívið.
Sum sambandið við “mainland” øktist í 19. øld, so var tað ikki bara til fyrimuns fyri atferðina á St Kilda og teirra ummæli. Keaton skrivaði í 1886,“ at ein kvinna á St Kilda hevur ikki álit á fremmandum og skundar sær ikki at keypa, tí hon hevur illgruna um, at hon kann verða snýtt.” Oyggjabúgvararnir vóru einfald og ærlig fólk: ferðafólkini vóru meira sofistikeraði og komu úr einum samfelag, har tað var vanligt at royna at fáa sær fyrimunir. Fólkið á St. Kilda var ikki ført fyri at taka við meira fjøltáttaðum reglum fyri atburði og gjørdust tí meira innhugsið. Heldur ikki gjørdu tey mun á ferðafólki og teimum, sum komu at vera teimum til hjálpar. Læknar til dømis merktu, at teir møttu fólki, sum vóru avgjørd og treisk. “Tað er ikki neyðugt at siga,” skrivaði Norman Heathcorn í 1900 av St Kilda, “at tey eru samvitskufullir nei-sigarar. Tey nokta blankt fyri, at teirra børn verða skurðviðgjørd, so har er ikki meira at siga um tað.”
At endanum áttu fólkini á St Kilda eina fákunnu, sum einaferð var áhugaverd, men heldur at argast um. Tá Emily MacLeod, systur proprieterin (eigaran) í 1877 fortaldi á St Kilda, at hon eins og Drotning Victoria, var ein heilt vanlig gomul kona, so var hon harðliga hartað av íbúgvunum, sum søgdu henni, at hon ikki mátti umtala hennara hátign á tílíkan hátt, men sambært halgubók áttu tey undirgivnu at æra monarkin. Tá sement varð sent út á oynna, so ein góð miðgongd kundi gerast í kirkjuni, so vórðu “dustposarnir”, sum teir róptu tað, lagdir uttan fyri kirkjuna at bíða eftir eini løtu, tá menn vóru lidnir við tað, sum teir høvdu fyri. Summarið eftir kom ein vinmaður hjá eigaranum at vita, hvussu gingist hevði við arbeiðinum. “Dustposarnir” vóru blivnir til stein, áðrenn teir høvdu tíð at fara undir arbeiðið, søgdu teir.




