Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.
—
Nú so nógv verður tosað um at fólkið flytur úr Føroyum og úr smærri samfeløgum og oyggjasamfeløgum, fara vit at prenta brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Mikudagin 27. august 1930 var skýggjað loft allan dagin á St. Kilda. Stutt eftir sólarrenning kom ein slavin toka innan úr Atlantshavinum av oynni Boreray og legði seg eins og ein fossur inn á klettarnar á Conachair. Seinnapartin hekk eitt tjúkt, grátt teppi lágt yvir bygdina. Tokan var kølin og vát – so púra øðrvísi enn góðu summardagarnir í vikuni frammanundan. Men fá á oynni høvdu tíð at bíta merki í, at veðrið var broytt. Tey høvdu nóg mikið við at takast við flytingina.
Í húsi nummar fimm, Main Street, á St. Kilda sat Annie Ferguson við rokkin og spann. Hon var í holt við at spinna garn til eini klæði, sum ein ferðamaður av meginlandinum hevði biðið hana um. Hon visti, at hon fór ikki at fáa tað liðugt; men hon fór at taka tógvið við inn á meginlandið, og komandi vetrarmánaðirnar fór maður hennara at veva tweedklæði á gamla vevinum, sum tey fóru at taka við sær.
Í hinum rúminum í húsinum hevði ein tíðindamaður ilt við at fáa síni tíðindi niður á blað. Alastair Alpha MacGregor, 31 ára gamal, varð sendur allan vegin úr London av The Times at siga frá fráflytingini. Sum hann sat við lítla vindeygað og royndi at fáa tað lítla ljósið, sum var, so gjørdist pappírið vátt av allari vætuni í luftini. Men hann royndi at stríðast, hóast hann skilti, at meginparturin mátti skrivast um borð á ferðaskipinum SS Duncan Castle.
Eftir ráðum frá sjúkrasystrini, Wilhelmina Barclay, so høvdu tey á St. Kilda gjørt av, at tey tóku bert tað við sær, sum tey kundu brúka undir teirra komandi viðurskiftum á meginlandinum. Allan dagin vóru tung knýti borin oman á støðna. Kvinnurnar stríddust við at koyra niður í kistur tey fáu klæðini og arvalutirnar, sum hvør familja átti. Eisini ullina, sum tey høvdu frá áseyðaroytingini tað summarið, pakkaðu tær niður. Tað bar ikki til at lata hana fara fyri skeyti; hon kundi kanska geva nøkur oyru seinni. Tí eisini í teirra nýggja heimi fóru tey at kunna binda og veva, so sum tey høvdu gjørt ættarlið eftir ættarlið sum eitt ískoyti til teirra nýggja lív, har arbeiði fór at vera goldið við pengum. Niðri við gamla goymsluhúsið, sum í meira enn eina øld hevði verið brúkt til goymslu av býtisvøru, vóru menn í holt við at saga rekavið. Teir høvdu ampa av at verja tað lítla av innbúgvi, sum skuldi flytast. Við fjalum og reipum royndu teir at tryggja borð, stólar og skáp, so tey ikki skuldu fáa løst undir flutningi til Lochaline í Argyll. Nógv av timbrinum var komið í land av einum torpederaum farmaskipi undir oynni í 1917. Teir stóru plankarnir kundu koma til nyttu. Hesir skuldu eisini førast um borð á Duncan Castle, sum skuldi koma til St. Kilda henda dagin.
Høgrumegin skúlan, sum lá einar hundrað fet frá støðni, stóðu seyðirnir, sum eftir vóru, og jarmaðu. Seks hundrað og sjey og trýss seyðir vóru longu tann 6. august fluttir av oynni við SS Hebridian til Oban. Í juli hevði skotska landbúnaðarráðið sent ein embætismann og tveir fjallmenn við hundi úr Uist at hjálpa at reka seyðin í rætt. Tað hevði ikki verið nakað lætt arbeiði. Nógvur seyður var farin útav heldur enn at koma í rætt; seyðin á Boreray máttu teir uppgeva. Hann var so styggur, at har var ikki møguligt at gera nakað við so lítlari manning, so hann mátti bara vera har, hann var.
At byrja við hevði fólkið á St. Kilda noktað at vera við at reka seyðin. Tað hevði verið mælt til, at pengarnir, sum komu inn við søluna, skuldu nýtast sum gjald fyri burturflutningin. Men fólkið hevði hildið, at um stjórnin vildi hava seyðin av oynni, so kundu hon eisini sjálv syrgja fyri tí. Ein av oyggjabúgvunum, gamli Finley Gillies, var farin so langt sum at leggja seg í songina dagin fyri, at farast skuldi á fjall, og vildi vera við, at hann var ov sjúkur at fara upp. Trúboðarin Dugald Munro hevði skotið upp fyri embætismanninum at bjóða oyggjabúgvunum pengar aftur fyri hjálpina. Tá teir so hoyrdu, at teir fingu eitt pund um dagin í løn, so sást sjálvur Finley Gillies millum menninar í haganum. Men tað gjørdist rættiliga dýrt at fáa seyðin burtur av oyggjunum. Tað kostaði stjórnini 240£ at flyta teir 1200 seyðirnar inn á meginlandið og 143£ í løn til fjallmenninar. Tá seyðurin var vaskaður og settur í tippi í Oban til teir kundu seljast tann 3. september, vóru útreiðslurnar komnar upp á 506£.
Seinnapartin klokkan fimm boðaðu hundarnir á oynni frá, at Duncan Castle var á veg inn. Tá hon kom stimandi sum eitt spøkilsi gjøgnum tjúkku tokuna, fóru oyggjabúgvarnir at draga bát at fara henni á møti. Í brøvum frá vinum á meginlandinum vóru nógv góðynski, og teir hildu, at tey kundu sleppa av við seinastu hosurnar og turriklæðini, sum konufólkini høvdu bundið, til teir ferðandi, sum vóru við umborð. Eisini seinasti ferðamaðurin at vitja oynna vildi keypa ein rokk ella okkurt annað, sum kundi minna um lívið á St. Kilda, og fólkini vóru ikki sein at royna at sleppa av við ymist. Oyggin hevði seinastu vikurnar, eftir at tað hoyrdist, at fólkið skuldi flytast av oynni, verið ribbað fyri alt tað, sum kundi brúkast sum minnislutir. Tá flestu vitjandi vóru førd í land, so var tyngsta arbeiðið eftir hjá oyggjabúgvunum – at fáa seyðin umborð.
Teir høvdu skipað seyðin í fylgi, so tað skuldi ganga skjótari at skjútsa hann umborð á Dunara Castle. Har vóru meira enn fimm hundrað seyðir at fáa umborð. Tað var eitt seinført og møðsamt arbeiði; aftur og fram frá skipinum í bátum, sum bert tóku einar tíggju tólv hvørja ferð. Tað var ikki fyrr enn um níggjutíðina, at seyðurin var komin umborð. Nú var myrkt, so tað var ikki vandaleyst at halda fram; tey fáu ljósini hjálptu lítið, og niðri á bryggjuni var laðað við kassum og innbúgvi. Men arbeiðið helt fram, og klokkan var eitt, áðrenn teir níggju arbeiðsføru menninir kundu draga bátarnar so langt niðanfrá, at teir stóðu tryggir oman fyri uppgangin.
Tað mundi vera um trítíðina um náttina, “at bøkurnar vórðu tiknar fram í húsunum hjá Ferguson”, fortaldi Alastair Alpin MacGregor, “og vit høvdu eina bøn saman til tann Almáttuga. Vit sungu nøkur fá ørindi úr sálminum við lagnum “Wiltshire” (Algóði Gud). “Men oyggjabúgvarnir vóru so troyttir,” skrivaði maðurin frá The Times, “ at vit hildu fram sjálvir við at lesa eitt lítið brot úr bíbliuni og við eini stuttari bøn. Tað var næstan farið at lýsa, tá vit leitaðu okkum til songar og vistu, at longu um fáar tímar mátti farast undir at flyta restina av seyðinum.”
Í lýsingini vórðu fólk vakt av floytuni frá SS Dunara Castle. Manningin var ótolin at fáa arbeiðið frá hondini og sleppa sær aftur á meginlandið. Eftir at hava fingið sær ein bita og hildið morgunbøn, fóru teir á St. Kilda enn einaferð at draga smáu bátarnar og fáa seinasta av seyðinum umborð. So kom tað til neytini, sum máttu lokkast oman á støðna við hveitibreyði. Teir fýra kálvarnar førdu teir við báti yvir á skipið, meðan seinastu tíggju kýrnar máttu flotast yvir, bundnar í afturstavnin á bátinum og so heysaðar umborð á Dunara Castle.
Um sjeytíðina um morgunin 28. august kom sjóverjuskipið, Harebell, stimandi inn á víkina. Teir vóru sendir av stjórnini at flyta fólkið av oynni. Skipið var farið úr Oban og hevði siglt út á St. Kilda um náttina. “Vit høvdu fingið áheitan um hetta,” nevnir læknin umborð, Pomfret, “so vit høvdu sett hetta á ætlanina.”
Í skúrinum úr rukkujarni, sum var posthúsið á oynni, var Ferguson í holt við at gera seinastu postsekkirnar av St. Kilda klárar. Tað var mesti posturin, sum nakrantíð fór av oynni. Nógv fólk á meginlandinum, sum í bløðunum høvdu lisið um fráflytingina, vóru altrá eftir at fáa eitt St. Kilda frímerki. Tey stóðu og trokaðust í lítla rúminum, og tað gjørdist ikki sørt av ónøgd, tá Ferguson mátti siga frá, at har vóru ikki bílig frímerki eftir, men at tey máttu taka við dýrari merkjum í staðin.
Postsekkirnir, sum vórðu fingnir um borð á Dunara Castle tann dagin, vóru ikki einasti posturin, sum sendur varð av St. Kilda. Tríggjar dagar fyri tað høvdu Alastair Alpin MacGregor og Neil Ferguson sent seinasta serliga postbátin av St. Kilda. Í lítlu lastini var eitt einasta bræv til eigaran av oyggjunum, Dunvegan góðseigara, á oynni Skye. Hetta lítla træskipið, bundið til eina blásta seyðabløðru, varð sett á sjógv, og á postkortinum stóð: “Hetta er seinasti posturin av St. Kilda.”
Ímeðan hevði Alastair Alpin MacGregor roynt leingi at tala unga Master of Reay frá at vera verandi á oynni. Hesin ungi leiðarin av Clan Mackay var komin í land av Dunara Castle við ætlanini um at vera á oynni í nakrar vikur og gera onkrar kanningar. Hann hevði enntá nakað av útgerð og mati við sær at hava, meðan hann var har í einsemi. Systurskipið hjá Dunara Castle, Hebrides, helt hann fór at gera ein túr afturat hetta summarið, so hann roknaði við at sleppa aftur av oynni, áðrenn veturin. Men læknin Shearer, sum varð sendur av heilsustýrinum at hava eftirlit við burturflutninginum, gjørdi enda á ætlanini hjá hesum unga “Robinson” og segði nei.
Skotska stýrið og eigarin høvdu longu noktað eini rúgvu av umsóknum frá fólki, sum ynsktu at seta búgv á St. Kilda. Stjórnin hevði fingið meira enn fýra hundrað fyrispurningar og umsóknir frá fólki, sum vóru altrá eftir at flyta hagar, nú St. Kilda gjørdist mannleys.
Sir Reginald MacLeod, eigarin av oynni, hevði í eini samrøðu sagt við Glasgow Herald: “Eg eri harmur um at missa fólk, sum í meira enn túsund ár hava verið leigulendingar í mínari ætt. Men tey hava sjálvi valt at fara, og eg sigi ongan illan fyri tað. Tað er eitt harðbalið og strævið lív at liva har.” Sir Reginald hevði ikki blandað seg so nógv upp í burturflytingina, men hann var eins avgjørdur og stjórnin, at eingin skuldi búgva á St. Kilda eftir 29. august 1930. “Í hvussu so er,” segði hann við blaðmannin hjá Glasgow Herald, “so eri eg hart ímóti nýggjum niðursetufólki. Verandi íbúgvar hava sent eina umbøn um at flyta, og hevur tað verið eitt stríð og kostnaðarmikið at fingið í lag. Tí vildi tað verið tápuligt at flutt burtur fólk, sum kenna oyggjarnar, og sett nøkur púra fremmand í staðin.”
Tey seinastu seks og tredivu fólkini á St. Kilda vóru tung í huga, men ikki kedd, at tey fóru. Bæði sjúkrasystirin og trúboðarin høvdu sannført tey um, at tey komu til betur viðurskifti. Seinastu árini á St. Kilda hevði víst teimum, at tey kundu neyvan flyta til óblíðari viðurskifti.
Dunara Castle hevði ikki bert ført ferðafólk og blaðmenn, men eisini embætismenn, sum høvdu okkurt at gera á St. Kilda. Maðurin frá fólkayvirlitinum var komin at skráseta føðingar, deyða og giftarmál saman við trúboðaranum. Sjúkrasystirin Williamina Barclay kundi siga honum, at hon ikki hevði tikið ímóti einum einasta nýføðingi tey meira enn tvey árini, hon hevði verið her. Har var einki barn føtt síðani 1927, tá yngsta barnið hjá Mackinson, Nell, varð føtt. Bøkurnar vórðu væl eftirkannaðar og undirskrivaðar av embætismanninum og síðani fluttar í skjalagoymslurnar í Register House í Edinburgh. Har varð so ikki meira ført inn í ta bókina.
Um middagsleitið sigldi Dunara Castle móti Oban. Ferðin fór at taka seytjan tímar, og skiparin vildi skunda sær, so hann fekk dagslýsi gjøgnum vandamikla sundið við Harris. Saman við neytum, seyði og innbúgvi fóru seinastu “avoyggjafólkini” – blaðmenn, vitjandi og myndatakarar. Eingin uttan nakrir fáir embætismenn fingu loyvi til at vera á oynni, til liðugt var. Alastair Alpin MacGregor var farin so langt, at hann hevði sent eina umbøn beinleiðis til Prime Minister um at fáa loyvi til at vera hjástaddur, tá tey seinastu fóru, men fekk eitt avgjørt svar frá skotska stýrinum: “Herflotin er óviljaður móti almannakunning og Mr. Johnston er hart ímóti nakrari almennari umtalu og gera nakað undirhald burtur úr teim stakkals fólkunum …. og skotska stjórnin roynir at gera sum minst burtur úr fráflytingini vegna tær kenslur, sum ivaleyst eru í sambandi við eitt tílíkt tiltak. Tom Johnston, Undersecretary of State for Scotland, hevði avgjørt, at ongar myndir skuldu vísast í biohøllum, og ongar vitnisfrágreiðingar og blaðmyndir skuldu vísa tárini og tann trega, sum hendingin ivaleyst fór at bera við sær millum klokkan átta tann 28. og til morgunin tann 29. august. Embætismenninir noktaðu fyrrverandi oyggjabúgvanum, Donald MacQueen, sum ynskti at vera vitni til fráflytingina og, sum hann málbar seg; “seinastu leivdirnar av mínari rasu”. Hann hevði spurt, um stjórnin kundi hjálpa honum at koma út á St. Kilda, “tí hann mátti klára seg við seytjan shillingum um vikuna, so eg havi ikki haft ráð at fara heim til míni ættarfólk”.
Eitt tað fyrsta, sum mátti farast undir, eftir at seyðurin var farin av oynni, var at fáa skil á teimum nógvu hundunum. Teir vóru ikki longur til nakra nyttu fyri oyggjabúgvarnar, og hóast nógv mótmæli frá hundafeløgum og tilboð frá fólki á meginlandinum at taka sær av teimum, so vórðu teir dripnir. Dr. Shearer saman við Pomfred kommandøri frá Harebell, tóku lívið av bert tveimum við gift í einum tómum húsum. Teir á St. Kilda hildu upp á, at teir skuldu druknast. Ein steinur varð bundin um hálsin á teimum og so vórðu teir tveittir niður av lendingini. Vikur seinni, tá Harebell aftur var á vitjan, var víkin enn full av deyðum hundum.
Tað tóktist fyri teimum á St. Kilda, sum høvdu øll sovorðnan áhuga í oynni hesar seinastu vikurnar. Men hetta var teirra heim, og tey vildu ikki verða “sjikanerað”, lokkað ella happað at gera nakað, sum tey ikki høvdu ætlað sær. Tað vóru nógv, sum komu við tilboðum, men fá vórðu góðtikin. Seinnapartin tann 28. vórðu ognarlutirnir fluttir við báti út á Harebell, og hetta helt á til út ímóti nátt. Tá kvinnurnar bóru seinastu knýtini oman á støðna, stóðu bretsku marinararnir og hugdu at. Teir vóru til reiðar at taka hond í við teimum, men oyggjabúgvarnir høvdu ongan áhuga í at fáa hjálp hesar seinastu tímarnar frá umboðum úr einum samfelag, sum hevði látist um vón í øldir. Marinararnir kundu bert standa og hyggja at og hoyra fólk mutla um, at tey ætlaðu ikki at skunda sær, um so øll sjóverjan skuldi komið at koyrt undir.




