Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

St. Kilda – ”Heimagjørdar” lógir – 8. partur

St. Kilda eftir Tom Steel Týtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.


Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.

Ger so væl.



Alt samfelagið hevði ábyrgdina av tveimum høvuðs viðurskiftum: at tryggja, at hvør oyggjabúgvi fekk hóskandi mat, klæði og bústað, og at har var nóg mikið av vøru at gjalda eigaranum sítt avgjald. Allar ognir, so sum bátar og reip, sum vóru grundarlagið undir vælferð og trygd undir samfelagnum, vóru felags ogn. Myndugleikin yvir framferð og atburði oyggjabúgvanna hevði “parlamentið”. Soleiðis róptu ferðamenn “morguntingið”.

Hvønn morgun eftir bønarhald og morgunmat møttust tilkomnu menninir úti í túni at tosa um, hvat gerast skuldi í dag. Seinastu árini møttust teir hvønn dag uttan sunnudag uttan fyri posthúsið. Í einum so avmarkaðum samfelag, har vanliga arbeiðið var so vandamikið, var tað av týdningi, at allir vistu, hvør ætlanin var fyri dagin, og tí var ein fundur ein skilagóður háttur at vita hvør av øðrum, so lætt var at finna fram til, skuldi okkurt verið áfatt um dagin. “Tað bar ikki til at fara einsamallur,” minnist Lachlan Macdonald, “og hinir ikki vistu, hvar tú vart farin. So teir gjørdu altíð av og søgdu frá, hvar teir fóru, og hvat teir fóru at gera um dagin.”

Hetta var einfaldasti háttur fyri samband millum fólk, sum virkaðu saman í hugsan og gerðum. Men St. Kilda “parlamentið” kom saman at loysa trupulleikar, sum stóðust uttanífrá. “Dagliga møtið um morgunin,” skrivaði lærarin John Ross, “minnir ikki lítið um okkara háttvirda bretska Parlament, tí har kunnu teir eisini brúka langa og virðismikla tíð at umtala okkurt smáting; tí har viðtaka teir ofta eina lóg, uttan at hon er nóg væl umhugsað.” Men oyggjabúgvarnir høvdu verið teir seinastu at hildið, at teirra fundir vóru førir fyri at hugsa stórar, filosofiskar tankar. Men, hvat teimum viðvíktu, so vóru hesir morgunfundir einasti mátin í einum landi, har tað hvørki fanst telefon ella tíðindabløð, sum kundu siga øðrum frá, hvør ætlanin var, hvat hugsað varð, ella hvat gerast skuldi.

Kundi tað kallast “parlament”, so var tað eitt, sum lagaði seg eftir tørvi og umstøðum hjá teimum, tað tænti, og betur enn onnur. Hvør oyggjabúgvi hevði sama rætt at tosa og atkvøða. Tað var ein samkoma, sum ikki hevði nakra leiðslu. Har var eingin munur á fólki á St. Kilda. Eingin oyggjabúgvi ráddi yvir einum øðrum oyggjabúgva. Soleiðis var eingin regla fyri, hvussu tað skuldi skipast, tá teir møttust um morgunin. Menn teir komu, sum tað hóskaði teimum, og tóku orðið, tá tað passaði.

Stóð okkurt týdningarmikið fyri at fáa frá hondini, so var fundurin stuttur. Skuldu teir fara út á eina aðra oyggj at hyggja eftir seyði ella vitja ein av stakkunum eftir fugli, so gjørdu teir skjótt av. Var onki átrokandi at gera, so kundu teir sita og práta allan dagin. Teir plagdu so at fara til døgurða, tá teir hildu tað vera hóskandi, men annars var arbeiðið hendan dagin prát. Men John Ross skrivar, “at alt í alt so kom eins nógv burtur úr íbúgvunum á St. Kilda og tað kom burtur úr “kroftarunum” á Hebridunum. Heldur ikki hoyrdist um tvídrátt, hóast sleyg kundi koma upp á fundunum; men so var tað viðgjørt, áðrenn tað slapp at breiða seg og fara út um mark.”

Lógirnar í oynni vóru, kunnu vit siga, “heimagjørdar”, hóast fólkið formelt gekk undir teimum lógum, sum galdandi vóru fyri Skotland; men tað var ongantíð neyðugt at taka tær í nýtslu. Eingin hevur nakrantíð hoyrt um, at nakar er tikin av døgum ella myrdur, eins lítið og um hjúnabandsskilnað ella ótrúskap. Har fanst heldur hvørki øl ella brennivín – kanska hevði faktorin ein lítlan løgg við sær – so menn gingu edrúir at kalla alla sína livitíð.

Íbúgvararnir á St. Kilda høvdu Bíbliuna at rætta seg eftir í sínum fyriskipanum. Teir hildu seg til lóg Mósesar úr Gamla Testamenti. Hvussu tílíkar lógir eru komnar inn í hetta samfelag, er tað eingin sum veit, men Macauley meinar, at prædikumenn mugu tíðliga hava verið har úti og fingið búfólkið at góðtaka at liva sambært hesi skipan.

Bert eldraráðið í kirkjuni hevði myndugleika yvir restini av samkomuni. Teir høvdu ábyrgdina av at býta javnt út tað arbeiði, sum gjørt var ella gerast skuldi. Skuldi nakar ivi vera, so varð kastað lut. Uppbýtið av arbeiði á oynni varð altíð framt, so øll vóru nøgd. Eftir ein fyglingardag, so var allur fongurin býttur í fjøruni javnt til hvørt húsarhald. “Tá fyglingardagurin var komin at enda,” skrivar Christina MacQueen beint undan fráflytingina, “byrjaði býtið. Rundan um stóru rúgvuna av havhesti stóðu umboð fyri hvørja familju, og aftanfyri stóðu kvinnurnar og børnini og bíðaðu til reiðar at bera partin til hús, so tey kundu byrja at royta. Størri familjan var, størri var parturin. Tað var einki við at fáa part í mun til avrik. Tílíkt finst bert, tá ein misfatað “civilisatión” hevur avstubbað náttúru manna og gjørt teir sjálvsøknar og kensluleysar móti sínum næsta.”

Teimum sjúku, teimum ungu og teimum einsamøllu, varð altíð syrgt fyri. ”St. Kilda samfelagið,” viðmerkti Wilson í 1841, “kann á mangan hátt verða mett sum eitt lítið lýðveldi, har øll hava sítt veraldar góðs í felag og har eingin, burtursæð frá presti, skilir seg burtur frá nábúgvanum í tign, fæ ella í umstøðum.” Allan vegin gjøgnum søguna hava íbúgvararnir á St. Kilda ikki hildið prest, trúboðara, sjúkrasystir ella lærara verið partur av teirra samfelag, tá tað kom til føði; tað kundi vera havhestur, súla ella krov. Hesi fingu øll sín part sum gávu; tey áttu ikki part í býtinum.

Eins og viðvíkjandi øllum býti, so eru undantøk frá vanligu mannagongdini. Um maður fekk ein havhest ella eina súlu á reiðrinum, so slapp hann at hava fuglin fyri seg sjálvan. Grundgevingin fyri hesum var, at um hann ikki hevði tikið henda fuglin, so var hann antin deyður ella tikin av ravni ella kráku. Í 1880 vóru tað bert súlur og lundi, sum skuldu býtast javnt. Tá var tað so, at umframt tweed, so vóru tað bert fjarðar og lýsi, sum kundu nýtast sum avgjald, og varð hetta altíð mett sum eitt avgjald, sum øll átóku sær í felag.

Hagin var feli. Einans á oynni Dun vóru treytir fyri grasrættindi. Tað síða smærugrasið, sum vaks á oynni, skuldi bert brúkast sum vetrarfóður fyri lombini, og av tí at oyggin er lítil, var talið av seyði avmarkað. Ein oyggjabúgvi kundi hava so mikið av seyði og neytum, sum hann orkaði at gjalda avgjald fyri, og talið av lombum, sum hildið varð rætt og rímiligt at føra av Hirta og út á Dun hvørt ár, varð avgjørt á morgunfundum. Ein felags trygdarsemja var millum oyggjabúgvararnar. Skuldi ein mist seyð um veturin ella í royting, so fekk hann teir aftur frá hinum í so stóran mun, teir vóru førir fyri tað.

FRAMHALD