Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

St. Kilda – í einingi – 4. partur

St. Kilda eftir Tom Steel Týtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.


Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.

Ger so væl.


Til at fólkið varð flutt burtur, var St. Kilda mest fjarskotni parturin av bretska kongaríkinum. Soleiðis hevði tað verið í minsta lagi tey seinastu túsund árini, og tí hugtók tað fólkið á meginlandinum. “Tað er ilt at trúgva”, skrivaði ein blaðmaður hjá The Globe einaferð í nítjandu øld, “at ein tílík áhugaverd koloni, eitt tílíkt lítið samfelag finst sum partur av einum annars virksamum kongaríki. Burtur frá vinnuliga meldrinum, óávirkað av politikki og púra avskorin frá umverðini liva tey á St. Kilda teirra egna lív. Tá deyðin kemur, verða tey grivin á lítla teiginum, sum tænir sum “Guds akur”, millum kendar heygar og skørð; sjófuglurin syngur gravsálmin, meðan brotasjógvarnir úr Atlantshavinum siga seinasta farvæl.”

St. Kilda er ikki navnið á eini oyggj, men navnið á einum oyggjabólki, sum liggur úti í Atlantshavinum 110 fjórðingar vestur úr skotska meginlandinum. Næsta land er Uist í Ytru Hebridunum, Vesturoyggjunum, einar 45 fjórðingar úr St. Kilda. Næsta havn er Lochnaddy, einar 65 fjórðingar úr oyggjabólkinum. Dunvegan á oynni Skye er 80 fjórðingar burtur, og Castlebay á oynni Barra liggur 80 fjórðingar burtur. Eitt hálendskt kort frá 1666 er tað fyrsta, sum sigur frá, at har er ein oyggjabólkur vestur úr sundinum við Harris, nevndur “S. Kilda”. Tað er neyvan nøkur orsøk til at halda, at eitt halgimenni, nevnt Kilda, nakrantíð hevur livað, og at oyggjarnar hava fingið navn eftir viðkomandi. Fyri teir, sum búgva har, so eitur oyggin í teirra munni Hirta, og tað finst eitt italskt kort frá 1563, sum sigur frá, at har er ein oyggj vestur úr skotska meginlandinum, nevnd Hirtha. Men sjálvt hetta geliska navnið duga vísindamenn ikki at týða. Nakrir halda, at tað kemur av gamla írska orðinum “Hiort”, sum merkir “deyði” ella “myrkur”, og sum skuldi verið ein loyvd av gomlu hugsanini um, at andanna land lá hinumegin havið. Kanska kemur navnið Hirta frá gamla norðurlendska orðinum hirði, seyðamaður. Onkur heldur eisini, at tað kemur av framburðinum, sum oyggjabúgvarnir hava av orðinum Hirta, har r ofta líkist einum l í framburði og hir hevur ein næstan gurglandi framburð, so tað kann misfatast sum “Kilta”.

Hirta er størsta oyggin í bólkinum. Strondin er einar 9 fjórðingar til longdar, og oyggin er um 64 ferkilometrar. Har eru tvær víkir, Glen Bay móti landnyrðingi og Village Bay móti útsynningi, og har hevur bygdin ligið. Víkirnar skera langt inn í oynna.

Hirta er rættiliga ógvuslig. Partvís bert ein og ein hálvan fjórðing long og tvørturum bert tríkvart fjórðing. Har eru fimm tindar, sum eru meira enn 290 metrar til hæddar. Av teimum eru – Mullach

Mor, Mullach Bi og Conachair – meira enn 300 metrar høgir. Conachair er 440 metrar høgur og bergið er tað hægsta í bretsku oyggjunum.

Av hinum trimum oyggjunum í bólkinum liggur oyggin Dun nærmast Hirta, vestur úr Village Bay. Tað er bert einar 40 metrar millum oyggjarnar báðar. Dun er sum ein langur smalur fingur, sum toyggir seg út í havið, einar 200 metrar, har oyggin er hægst. Har er berg vestanfyri, men eystanfyri eru grønar líðir, og ringar vetrar kom tað fyri, at tað breyt upp um oynna og niður í Village Bay.

Soay, næststørsta oyggin í bólkinum, liggur í útnyrðing av Hirta. Soay er 370 metrar høg og liggur eins og Dun tætt móti Hirta, bert eitt smalt sund er ímillum. Tríggir stakkar eru í sundinum, Stac Donna, Stac Biorach og Soay Stac.

Boreray, seinasta av oyggjunum liggur fýra fjórðingar úr Hirta. Hon er lítil, bert 189 acres, men har er mest steyrrætt berg. Sítt gras veksur í líðunum, sum venda móti Hirta.

Har eru aðrir stakkar, sum standa upp úr sjónum, nógvir lágir, men onkur so høgur, at hann er hægsti stakkur í bretska kongaríkinum. Tað er Stac an Armin, sum er 627 føtur til hæddar. Stac Lee er einar 80 føtur lægri og liggur við Boreray. Men av teimum báðum er Stac Lee tann meira stórbæri. Hann stendur sum ein rovdjóratonn upp úr havinum. Saman við Boreray, haðani teir brotnaðu frá fyri øldum síðani, hava hesir stakkar ofta verið havdir á lofti á sama hátt sum R. A. Smith umtalaði teir, tá hann kom við Nyanza í 1879. “Hevði tað verið eitt land av illum andum,” skrivaði hann, “so kundi tað ikki sæð andskræmiligari út, og høvdu vit ikki hoyrt um tað áður, so vildu vit sagt, at livir nakað har, so mugu tað vera skrímsl og drekar.”

Fyri eimskipatíðina í nítjandu øld, so var ein ferð til St. Kilda frá Vesturoyggjunum bæði long og vandamikil. Í 1697, tá søguskrivarin Martin Martin vitjaði fólkið í Village Bay, tók ferðin fleiri dagar. Tá fanst bert eitt flutningsfar, ein opin bátur rógvin av sterkum monnum frá Skye. Tað tók teimum sekstan tímar at rógva og sigla, áðrenn teir sóu Boreray. “Tað vakti gleði,” skrivar Martin, “og menn fingu nýggjar kreftir, so teir eftir ein bita tóku segl og mastur niður og díktu á at rógva. Meðan teir togaðu í árarnar, góvu vit teim nóg mikið av Aqua Vitae, so tá vit komu at støðni, vóru teir nóg illa førir fyri at leggja bátin fyri íla. Dagin eftir róðu vit teir fáu fjórðingarnar til Hirta.”

Tann áhaldandi vindurin gjørdi, at fólkið í Village Bay var avskorið frá umheiminum, samstundis sum tey sluppu frá vitjandi. Norðursíðan á Hirta var óbygd, og Glen Bay vendir móti norðurættunum, meðan hin síðan við Village Bay liggur opin móti landsynningi og útsynningi. Av tí at har eru klettar og berg við Glen Bay, so varð sjáldan lent har í buktini, men trolarar plagdu at liggja har og kroka. So skuldi tú koma á land á Hirta, so var tað altíð við Village Bay.

Vindur og streymur forðaðu ofta fyri lending. Ein knappligur stormur kundi gera aldur, sum vóru tíggju metur høgar, so torført var at sleppa á land. Bert úr opnum báti kundi tað gerast, har tað lá undan ættini, men har kundi ofta vera klettur fyri og hált.

Í 1877 varð ein lítil træbrúgv gjørd á Hirta, so betri var at koma í land hjá fólki og lættari at fáa viðføri og vøru upp á land. Men tveir vetrar seinni varð hon tikin av brimi. Í 1901 var ein lítil brúgv úr betongi stoypt, og kostaði hon 600£. Hon var óhóskandi. Har var meira hugsað um, hvussu nógvur peningur var tøkur, enn um hvussu hon hóskaði til tað, hon skuldi brúkast til. Hóast hon var væl bygd, so var hon lítil bati í mun til hina fyrru. Hóast hon var snøgg, so bar hon ikki við sær, at tað bar til at lenda oftari enn fyrr. Sjálvt í dag ber illa til hjá vitjandi at koma út á Hirta aðrar tíðir enn summarmánaðirnar – mai, juni, juli og august. Enn í dag ber bert til hjá smábátum at lenda har og eisini bert í góðum veðri.

Í minsta lagi í átta mánaðir av árinum er ódnarveður á St. Kilda, og har regnar illa, 127 cm í meðal um árið. Ódnirnar eru vanliga frá september til mars. Mary Cameron, dóttur ein av seinastu trúboðarunum á oynni, minnist eina ódn, sum veruliga gjørdi øll á oynni deyv. “Ein serliga áhaldandi stormur gjørdi okkum deyv í eina viku – ótrúligt, men satt. Larmurin av vindi og brotum móti strondini var ikki til at siga frá, so ógvusligur var hann. Saman við storminum vóru snarljós og tora, men toran hoyrdist næstan ikki fyri øllum øðrum larmi. Vindeyguni vóru hvít av salti, og tað var óttafult at síggja sjórokið og glaðustrokið og tey ógvusligu brotini. Einaferð var øll bygdin oyðiløgd av stormi, og seyður varð ofta blástur útav og á sjógv. Eftir eina regnnátt eru áir allastaðni, og av tí at tað er so bratt, og svørðurin er so tunnur, so eru skriðulop vanlig eisini av dyrkaðu jørðini.”

Stormur gjørdi, at St. Kilda-fólkið sat í einsemi. Wilson skrivaði, “at tað lítla, sum var heystað av havra og bygg, rakk ikki til at halda lív í íbúgvunum; og so ilt ger sjórokið, at sjálvt harðførastu plantur verða týndar.” Onkursvegna yvirlivdu tey árið eins og tey høvdu gjørt tað fyrr og fóru at gera tað í framtíðini. Tey settu ikki álitið á ta lítlu grøðina, sum veður og vindur loyvdi teimum at velta, men teirra høvuðsføði kom frá sjófugli, sum teir fangaðu summarmánaðirnar.

Veturin á Hirta var ikki so kaldur, sum tú skuldi væntað. Oyggjabólkurin liggur í golfstreyminum, og sjógvurin ger, at hitin er hægri, enn tú hevði roknað við. Sambært Wilson, so var veturin í 1841 mildur og kavaleysur. Men fólkið sigur, at onkrar vetrar lá kavin í skalvum og seyðurin undirkavaður.

Tað, sum órógvaði fólkið á St. Kilda, var, hvussu skjótt veðrið kann skifta. Oyggjabólkurin ger sítt egna veður og tekur ímóti teimum álopum, sum koma rullandi inn úr Atlantshavinum, og innan fyri eitt døgn kann sólskin skifta til regn og regnið til storm. Fólkini á St. Kilda komu soleiðis at gerast veðurmenn par excellance; tað, sum fyri tann fremmanda kundi tykjast sum ein góður dagur, mettu teir ikki at fara at roynast hvørki á sjógv ella landi. Kenneth Macaulay skrivaði í 1765, “oyggjabúgvarnir eiga vanliga tey evnini at siga frá, hvussu veðrið fer at skikka sær nógv tryggari enn teir, sum uttan iva eru teimum mætari á øðrum økjum og kunnleika … Búfólkið á St. Kilda hevur kunnleikan frá egnum eygleiðingum og frá forfedrunum, sum hava fylgt við, hvussu serliga fuglurin bar seg at, ljóð, flog og hvagar hann fleyg.”

Fyri fólk, sum mest hava útiarbeiði, er veðrið av avgerandi týdningi. Í summarmánaðunum á Hirta skuldu tey vinna innaftur vána útlitini fyri heyst, vetur og vár. Juni, juli og august vóru mánaðir við nógvum sólskinsdøgum. Tá geografurin John Mathieson var á St. Kilda í 1927, førdi hann eina meteorologiska dagbók av mánaðunum apríl til oktober. Tað tíðarskeiðið vóru tað 627 sólskinsdagar, og tað regnaði 292 mm. Sama tíðarskeiðið vóru í Edinburgh 644 sólskinstímar og har regnaði 355 mm. Meðalhitin um dagin var 17º í mun til 19º í Edinburgh. Nógvar dagar var so heitt, at tað var ikki so behagiligt at arbeiða úti, tí tað er ikki lætt at finna skugga á oynni, so menn arbeiddu naknir oman beltið. George Murray, lærarin, segði, at luftin ofta var so tung, at tað var torført at halda seg vaknan, og Mathieson og Cockburn hildu ikki summardagarnar vera serliga upplívgandi.

FRAMHALD