Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

St. Kilda – Varin við hesi nýggju fólkini – 18. partur

St. Kilda eftir Tom Steel Týtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.


Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.

Ger so væl.


—-

Meðan Fiddes var har, minkaði hann um gudstænasturnar sunnudagar, so tær gjørdust tvær heldur enn tríggjar. Morgunandaktin var frá sjey til níggju, og kvøldandaktin frá seks til átta. Men hansara gudstænastur hildu sjáldan ásettu tíðina, tí tær kundu vara frá trimum til næstan fýra tímar, sum Heathcote í 1898 helt vera, “eina roynd fyri tolið.” Men tað var eingin roynsla fyri tey á St. Kilda. “Smábørn, fimm og seks ára gomul, sótu har still undir allari tilgongdini,” viðmerkti Heathcote, “og heldur ikki pinkubørn á arminum á mammuni órógvaðu gudstænastuna.” Hann helt fram: “Tey eru tey mest trúføstu fólkini, eg nakrantíð havi møtt, móti teirra trúgv, tí tey tykjast veruliga at halga seg og ærliga trúgva teirra trúarlæru og meta hana vera týdningarmesti parturin av teirra lívi.”

Fiddes var seinasti Free Church presturin á Hirta. Eftirkomarar hansara komu sum trúboðarar og vóru ikki prestvígdir, fyrr enn tænastan á oynni var liðug. Fiddes fór av oynni í 1903, og fyrst Lochlan MacLean og síðani John Fraser vórðu sendir av kirkjuni út hagar. 16. august í 1906 komu Peter MacLachlan og unga brúður hansara út á St. Kilda.

Peter MacLachlan var ein evangelistur, sum var ávirkaður av verkunum hjá Moody og Sankey. Hann var føddur á oynni Mull og hevði lisið jura. Hann ætlaði upprunaliga at flyta til Canada, men ymiskar umstøður – bæði natúrligar og ikki – gjørdu, at hann ístaðin gjørdi av at gerast trúboðari. Kona hansara Ann var ein serlig kvinna, høg við brúnum hári og bláum eygum. Hon var fødd í Haddington í East Lothian og var útbúgvin sunnan fyri markið við Lincoln, og hevði verið smábarnalærari í York í fleiri ár, áðrenn hon fimmogtjúgu ára gomul møtti og giftist við Peter.

Ann MacLahlan var fyrsta kvinnan at búgva í prestagarðinum síðani Neil Mackenzie, og tá hon skuldi búseta seg har, so legði hon til merkis, at har fór at vera nógv at taka hond í. Fyrstu dagarnar hongdi hon hvítar gardinur fyri vindeyguni í køkinum. Sum kvinna fekk hon skjótt beint burtur nakað av tí stíva og stranga, sum hevði ligið yvir húsinum.

“Vit hava haft nóg mikið um at vera,” skrivaði hon í dagbókina, “pakkað út allar kassarnar og sett upp á pláss. Fólk eru komin at vitja okkum, og øll hava tey havt royttar havhestar við sær, klárar at koyra í pottin.” Sum vanligt hevði verið, so fingu prestafólkini frá meinigheitini av tí lítla, tey høvdu. “Tað var eitt sindur av eini gátu fyri meg at vita, hvussu eg skuldi herberga tí í spískamarinum,” fortaldi hon seinni í einum fyrilestri, hon helt í einum KFUM, “men tá tað var gjørt, so var tað frálíkt at vita, at vit dag um dag fingu døgurða uttan at røra ein fingur.” Har var ein rúgva av seyði, balck-face, sum vit fyri hvønn guldu 12 shillings. Seyð fingu vit frá september til nýggjárs. Vit brúktu so nógv sum gjørligt feskt, men vit saltaðu eisini at hava til at taka.

“So høvdu vit dunnur og høsn, sum var frálíkt, og so allur fiskurin – tað besta úr havinum – kalva, tindaskøtu, tungu, alt frá trolarum og línubátum, sum ofta komu inn á vágna …. Viðhvørt kundu vit vera teimum til hjálpar, hesum armu monnum, sum høvdu havt vánaliga úrtøku ella vána veður og ikki sluppu heim. Teir plagdu at koma í land, og vit plagdu at geva teimum okkurt máltíðið, sukur, salt og seyðakjøt o. a. Teir plagdu so at geva okkum aftur, tá teir komu heimanífrá. Handilsvørur máttu vit hava við okkum, so vit plagdu hvørt summar at hava við okkum nóg mikið fyri árið. Skipararnir plagdu at vera sera umhugsnir, so vit fingu neytakjøt og frukt og annað lystimeti, sum tey á meginlandinum ikki mettu sum nakað forkunnugt, men sum var tað reina luksus á St. Kilda.

Ann MacLachlan kirnaði smør úti á St. Kilda. Peter hevði keypt eina kúgv, áðrenn tey fóru út á oynna og fekk hana við í bátin. Peter tók sær sjálvur av jørðini, sum lá til prestagarðin, velti og slerdi, og hoyggið var fingið inn í eina cleit (úthús) fyri veturin. Har var annað at gera hjá hesum unga pari enn at prædika.

Á oynni vóru tey eitt sindur varin við hesi nýggju fólkini. “Børnini hugdu heldur varin og smæðin,” skrivaði Ann í dagbókina 26. august 1906. “Góð meinigheit og sangurin var heldur frægari enn seinasta sunnudag. Peter bað ein mann um at biðja eina bøn, men hann mátti næstan noyðast. Hann noktaði tríggjar ella fýra ferðir, men konan og onnur koyrdu undir hann, og at enda bað hann eina bøn, men tað var sum vildi hann bara yvirtalast. Tað var sera løgið.”

MacLachlan hevði tvær gudstænastur sunnudagar eins og Fiddes hevði gjørt. Einasta broytingin var, at morgun gudstænastan byrjaði seinni, ikki fyrr enn klokkan ellivu. Tað varð kravt, at øll møttu í kirkju, og komu tey ikki, so fóru fólk frá meinigheitini aftan á at vita hví; og viðkomandi mátti hava góðar grundir fyri, at hann ikki møtti.

Frá hálvgum fimm til hálvgum seks var sunnudagsskúli. Sunnukvøld plagdu prestahjúnini at vitja sjúk og gomul.

Ann hevði ampa av, hvussu trongskygdur maður hennara var. “Móð av Peturi, sum svav alla nátt í stólinum,” skrivaði hon eitt oktoberkvøld í dagbókina. “Eg má gerast ørg inn á hann. Hann tykist ikki hava nakran hug at nøra sína ond og lesur so lítið, at hann gerst lítið vitandi og trongskygdur; men hann tykist ikki leggja nakað í tað.” Men hansara prædikur vóru ljósar, og har var smíl á varrunum á meinigheitini, og tað hevði tað ikki verið á St. Kilda í óminniligar tíðir. “Hevur Sands rætt í sínum pástandi, so mugu viðurskiftini hava broytt seg stórliga,” skrivaði Nicol um ein sunnudag í 1905 á St. Kilda, “tí tá undantikið er, at tey ikki gera nakað ein sunnudag, so sá eg ikki nakað til, hvussu vánalig viðurskiftini vóru. Tá eg eftir gudstænastuna tók myndir av fólki, sum kom úr kirkju, so vóru tey als ikki trútin, men smíltust.”

Um summarið 1909 hevði Peter MacLachlin verið síni trý ár á St. Kilda. Tey høvdu fingið sítt fyrsta barn í apríl. Tað var fyrsta barnið í prestagarðinum í næstan hundrað ár, men als ikki tað seinasta.

Donald Cameron og konan saman við børnunum komu út á oynna í 1919. Hann var føddur í Argyll og uppvaksin í Ballachulish og hevði avgjørt tíðliga, at hann vildi vera trúboðari. Hann var fyrst sendur til Vestuoyggjarnar av United Free Church of Scotland. Her møtti hann konu síni, sum var fødd á Uist.

Eftir at tey vóru gift, fluttu familjan Camerons til Stornoway, har Donald arbeiddi sum hjálpartrúboðari hjá prestinum Roderick Morrison í lokalu United Free High Church. Men tá Donald av myndugleikunum í Edinburgh varð biðin um saman við konu og døtrunum Mary 6 og Christina 4 ár at fara til St. Kilda, so játtaðu tey.

Tað varð avgjørt, áðrenn tey fóru, at hetta var eitt dupultarbeiði. Hann skuldi hava ábyrgdina av teirra andaligu vælferð, meðan konan, sum hevði verið lærari, áðrenn hon giftist, skuldi taka sær av at undirvísa børnunum í Village Bay. Men myndugleikarnir høvdu eisini gingið við til, at Donald Cameron eisini skuldi taka lut í undirvísingini. Úrslitið var, at tað var hann, sum ringdi inn um morgunin og fekk børnini inn í lítlu skúlastovuna, har hann byrjaði undirvísingina við bíbliulestri.

Mary Cameron helt ikki, at lívið í prestagarðinum var serliga eggjandi ella hugaligt. Hon skrivar: ”Húsið var lutvís møblerað. Eg minnist, at í stovuni vóru nakrir stólar, eitt gamalt slagborð og ein ógvuslig sofa við hestahárum, sum góvu skriða í beinunum, tá tú sat á henni! Rúmið tyktist at vera fult av bókum, mesti parturin var gáva frá familjuni Coats til oyggjabúgvarnar. Summar vóru innbindingar av viku- og mánaðarbløðum og vóru góð hjálp longu og myrku vetrarmánaðirnar.

Oman fyri eldstaðin var ein mynd av Victoriu drotning, sum var deyð, 18 ár áðrenn familjan Cameron kom til St. Kilda. Á einum veggi hekk ein mynd við áskriftini The Squire´s Doughter, har tú sást eina unga lady standa og halda í teymarnar á hestinum. Stovan var einasta rúmið í húsinum, sum var tapetserað. Hini rúmini vóru panelað og málað ella ferniserað.

Har var eitt djúpt skáp í størsta rúminum í húsinum, sum var sera loyndarfult fyri Mary og systrina. Har lógu jólgávurnar, sum foreldrini høvdu keypt á meginlandinum um summarið. Her lógu eisini bommini, Mackintosh´s Toffee-de-Luxe og Sharp´s Super-Creme Toffee, sum vóru hart skamtað, so tey skuldu vara veturin út.

Køkurin á baksíðuni av húsinum var lítil. Har var krani til kalda vatnið, annar av kranunum á allari oynni. Hin var í húsunum hjá faktorinum. Tað hendi at rørið, sum gekk niðan í brunnin, fór at leka. Eingin rørsmiður var í oynni, so trúboðarin mátti sjálvur fara undir at bøta um lekan. Hann gróv niður á leiðingina og stoypti rundan um lekan.

Í einum spískamari lá allur provianturin, sum skuldi halda lív í trúboðaranum og hansara familju um veturin. Mary Cameron skrivar: “Har vóru fleiri sekkir av mjøli og havragrýni, eini hundrað pund av sukri, stórur kassi við te og fleiri blikk av siroppi, kjøti og mjólk, smør í stórum blikkum, sum var ætlað til útflutnings, heilir ostar og nógv svínafeitt; blikk við keks og nógv av turrari frukt, súltutoy og annað mangt.”

Trúboðararnir tey seinnu árini keyptu teirra vørur frá heilsøluni Coopers. Tú sendi ordran til deildina fyri frálond, sum serliga seldi til skotar, sum vóru spjaddir út um stóra bretska ríkið. Frú Munro, sum kom í prestagarðin aftan á frú Cameron, minnist, at hon gav ordrar um proviant. “Eg haldi, at eg bað um tíggju sekkir av mjøli og tríggjar ella fýra sekkir av havragrýnum. Sjúkrasystirin Bascley segði við meg, at eg skuldi telja, hvussu nógvum máltíðum eg roknaði við um dagin, og so ganga tað við døgunum; so fekk eg umleið tað, eg skuldi hava. Smør fingu vit í tøttum blikkum og tóku so burturúr, sum vit skuldu brúka ein ella tveir dagar og løgdu tað í vatn, so tað skuldi halda sær. Hóast roknast kundi við, at skip ella trolarar kundi koma framvið, so okkurt kundi lánast frá teimum, so máttu vit verja okkum ímóti ikki at sita í hungri ta longu avbyrgingina um veturin. “Tú fekst at vita, at tá tú fór hagar, so mátti tú hava niðurfyri av mati frá august til mai,” sigur frú Munro.

Trúboðarin fekk 190£ um árið frá United Free Church of Scotland. Pengarnir vórðu goldnir fýra ferðir um árið, so missionerurin lat bankan um at gjalda rokningarnar.

Konurnar hjá trúboðarunum blivu frálíkir bakarar. Børnini hjá frú Cameron minnast mammuna fyri hennara frálíku skons og havragrýnskøkur. “Vit høvdu góðan matarlyst,” sigur Mary Cameron, “og eg minnist ikki, at vit nakrantíð fingu ov nógv av teimum. Eg síggi enn mammu fyri mær við hvítum fyriklæði, meðan hon bakaði skons á einum góðum eldi og tók tey av plátuni.” Av tí tað var torført at baka, so fingu vit næstan bara breyð serligar dagar og sunnudag.

Har hoyrdu fleiri úthús til prestagarðin, har brenni og matvøra varð goymd. Eitt úthús varð bert nýtt til kolagoymslu, í einum øðrum vóru fleiri dunkar av petroleum at skaffa ljós í prestagarðinum, í einum triðja hingu seyðakrov og har stóð eisini ein tunna av saltsild.

Allir trúboðarar høvdu kúgv. Donald Cameron fekk sína frá Uist, og tá hon doyði, so keypti hann eina, sum ein fyrrverandi trúboðari hevði fingið frá einum av oyggjabúgvunum. Allir trúboðarar máttu sjálvir velta sín bø. Donald Cameron var so heppin, at hann átti eina trillubøru. Tað var einasta trillubøran í oynni, og umframt dukkuvognin, sum genturnar høvdu, so vóru tað einastu tólini har á hjólum.


“Brúkar tú sunnudagin væl,

vikan eydnast tær skal,

og gevur tær styrki

at inna dagsins yrki!”


endurtók Donald Cameron ofta. “Men vanhalgar tú sunnudagin, hvat er so vunnið? Sunnudagurin á Hirta var ikki broyttur. Enn var tað treytað at møta í kirkju.

Donald Cameron helt fram við at hava tvær gudstænastur sunnudag og so sunnudagsskúla fyri børnum seinnapartin. Frú Cameron tók sær av yngru børnunum, meðan maður hennara tók sær av tannáringunum. Tey sungu sálmar og sangir bæði á enskum og gæliskum, men børnini vórðu lærd partar av bíbliuni uttanat og Lítlu Katekismus, skuldu tey duga.

Allir mannligir altargestir meira enn seks mánaðir skuldu møta til bønarhaldið mikukvøld og mánaðarliga bønarhaldið mánakvøld. “Hvør limur í samkomuni skuldi átaka sær bønarhald mikukvøld ella mánakvøld. Trúboðarin las ein kapittul, og forsangarin sang eini trý ørindi, so var ein biðin at biðja eina bøn, og eftir tvey trý ørindi vóru sungin, so bað ein annar. Soleiðis helt tað fram,” skrivar Neil Ferguson.

Hóast andaligu viðurskiftini ikki broyttust á St. Kilda, so broyttist kirkjurúmið og gjørdist hugnaligari. Veggir og loft vórðu klædd við paneli, og nýggir ferniseraðir stólar settir inn og nýggj ljós, so ljósari var á gudstænastunum um kvøldið. Eisini kom ein nýggjur talarastólur, tann størsti í Vesturoyggjunum, og Donald Cameron gjørdi eitt borð og ein stól til forsangaran. Hann gjørdi eisini eina bússu til innsavningar, sum varð hongd á stólin nær við hurðina.

Ein serligur stólur varð eisini gjørdur fyri trúboðarafamiljuna til høgru fyri hini. Vanliga sótu menn og dreingir í fremru stólunum, meðan kvinnur og gentur í teimum aftaru. Tá gudstænastan var liðug, so vórðu menninir sitandi til konur og gentur vóru farnar úr kirkjuni. Genturnar á oynni fingu ábyrgdina at skúra og vaska nýggja trægólvið og halda kirkjuna reina og nossliga. “Tað var eitt sera lítillátið rúm,” minnist Mary Cameron, “næstan spartanskt, og hóskaði tað til ta primitivu, harðbalnu trúnna, sum fólkini, sum sunnudag eftir sunnudag fyltu rúmið, høvdu. Har var eingin hiti, men eg minnist ikki,at vit nakrantíð gramdu okkum um kulda. Fólkini á St. Kilda vóru trúfastir kirkjugangarar.

Trúboðararnir vóru ikki vígdir. Tí var neyðugt hvørt summar, at ein prestur kom av meginlandinum at doypa, gifta og hava altargongd. Meðan hann var á oynni, var hann gestur í prestagarðinum. Tá Dugald Munro var trúboðari, so var gudstænasta hvønn dag í fimm dagar, meðan hann var har. “Tað byrjaði klokkan níggju,” minnist frú Munro. “Tað var eitt bønamøti, sum maður mín leiddi. Hvør oyggjabúgvi reisti seg og segði nakað, hann hevði fyrireikað – eina bøn. So var aftur nakað klokkan tólv og eisini um kvøldið. Har var gudstænasta hvønn dag til mánadagin. Eg haldi eg taldi fjúrtan, tríggjar ella fýra hvønn dag. Frá hósdegnum til mánadag plagdi at vera avloysing og altargongd. Men fríggjadagar, nevndur “Men´s Day”, plagdi eldraráðið og aðrir altarsgestir at hava “the Question” (spurnarløta), sum vanligt var á hálandinum og á oyggjunum. Møtið varð hildið í kirkjuni, og hvør luttakari tók orðið í raðfylgju og gav har sínar viðmerkingar til tann tekstin, sum ein teirra hevði tikið fram.

Trúboðararnir plagdu at fara ein stuttan túr inn á meginlandið um summarið, so tey kundu keypa sær klæði og okkurt, sum manglaði, eins og vitja ætt og vinir. Meðan trúboðarin var burtur, plagdi forsangarin at taka sær av møtunum. Tá Donald Cameron var har úti, plagdu antin William Macdonald ella Norman Mackinnon at taka sær av møtunum.

FRAMHALD