Ráðgevingarparturin hjá NUMO hevur havt eitt boð uppá, hvussu fiskivinnan kann skipast við atliti til at tryggja størst møguliga virðisøking í Føroyum. Ella við øðrum orðum at tryggja, at køkan at deila gerst størst møgulig.
Ráðgevingarparturin hjá NUMO hevur havt eitt boð uppá, hvussu fiskivinnan kann skipast við atliti til at tryggja størst møguliga virðisøking í Føroyum. Ella við øðrum orðum at tryggja, at køkan at deila gerst størst møgulig.
Ráðgevarar hjá NUMO hava drúgvar royndir frá fiskivinnuni og eisini í tilgongdini at skapa óivað heimsins bestu karmar fyri alivinnuna.
Norðlysið hevur tí spurt Bjarna Arnason, sum er ein av stjórunum í NUMO og serfrøðingur í fíggjarviðurskiftum hjá fiskivinnuni um, hvussu hann heldur, at Føroyar eiga tryggja høvuðsvinnuni stabilar og góðar karmar.
Bjarni heldur, at ein nýggjur fiskivinnupolitikkur eigur at hava sum endamál, at fiskivinnan er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg. Og at hesir høvuðstættir eru partur í nýggja fiskivinnupolitikkinum:
• Frítt umsetiligar kvotur – fremjan av effektiviteti og kapasitetstilpassing
• Samlaðu kvoturnar (TAC) byggja á tilmæli frá óheftum stovni
• Eitt opið føroyskt hav – møguligt skal vera at útvega sær fiskirættindi allastaðir har Føroyar hava ræði á veiðirættindum
• Fiskur veiddur úr føroyskum kvotum og fiskidøgum landast í Føroyum
• Tað almenna og vinnan ganga saman um prioritering av gransking á økinum
• Ymiskir hættir at útluta fiskiloyvir
• Veiðigjald sum loyvir kapitaldannilsi í vinnuni og fremur effektivitet
• Veiðigjald grundað á mett úrslit komandi ár við møguleika fyri regulering í árinum
• Veiðiamboðini á føroyskum hondum
Royndirnar aðrastaðir vísa, at yvirskipað sýnast frítt umsetiligar kvotur at roynast væl, og nógvastaðir verður tað reserverað borgarunum í viðkomandi landi at reka fiskiveiðu.
Bjarni heldur, at vit vanta eitt orðaskifti um, hvat fyri skipan tænir føroyska samfelagnum sum heild frægast. Tí visjónin fyri føroysku fiskivinnuna átti at verið, at hon er búskaparliga, umhvørvisliga og lívfrøðiliga burðardygg og skapar mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum.
Í slíkum orðaskifti er umráðandi, at vit ikki stara okkum blind uppá eitt model, men hava fleiri model á borðinum at taka støðu til. Tí eigur ein meting og samanbering av ymiskum modellum at verið gjørd. Niðanfyri og í viðhefta skjalinum hevur ráðgevingarparturin hjá NUMO – tó bert sum eitt konstruktivt íkast – mett og samanborið á henda hátt:
· Verandi skipan
· Uppboðssølan í almenna kjakinum
· Arnason modellið
Til tess at kunna meta um og samanbera ymisk model, verða útvald metingarparametur umrødd. Tey valdu metingarparametrini eru:
· Umsetiligheit
· Stabilitetur
· Sterkur brúksrættur
· Opið føroyskt hav
· Gjøgnumskygni kvotur
· Gjøgnumskygni prísur fyri kvotur
· Forða strámannavirksemi
· Fremja avleitt virksemi
· Fremja íløgur í tilknýttar vinnur
· Minka atgongdsforðingar fyri føroyingar
· Tryggja veiðuna á føroyskum hondum
· Tryggja virking á føroyskum skipum/virkjum
· Menning og gransking
· Tryggja treytir hjá manningini
· Vinningur av avgjaldi stutt sikt
· Vinningur av avgjaldi langt sikt
· Størri samfelagskøka
Hvønn lutfalsligan týdning tey einstøku metingarparametrini skulu hava, verður ein politisk raðfesting. Tað er tískil ikki partur av endamálinum við hesum íkasti. Ein samlað raðfesting av teimum einstøku modellunum verður tí ikki gjørd í hesum íkasti. Her verður bert gjørd ein raðfesting fyri hvørt einstakt metingarparametur sær.
Bjarni mælir at enda til, at onnur modellir koma á borðið, sum kunnu vera heilt nýggj ella ein kombinatión av teimum modellum, sum hava verið frammi. Eisini kunnu tað vera onnur metingarparametur enn tey, sum eru tikin við í hesum íkasti. Og ymiskar meiningar kunnu vera um metingarparametrini. Á henda hátt eigur at bera til at fáa eitt konstruktivt kjak um fiskivinnuna, sum røkkur setninginum um at skapa stabilar og góðar karmar fyri okkara høvuðsvinnu.
Soleiðis verður føroyska køkan enn størri.
Sí viðheftu fílar niðanfyri:




