Nú er avgjørt, at dysturin verður leiktur í kvøld. Tó ein tíma seinni enn upprunaliga ætlað.
Tað hevur UEFA kunnað KÍ um fyri løtu síðani. Leiguflogfarið hjá RFS lendur eftir ætlan kl. 12.00. Síðani skal hópurin kannast fyri koronu og fáa svarini aftur áðrenn hópurin kemur til Djúpumýrar.



