Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Staðfest: Sigfríður fær ein Víking til sín hóp

Jákup Ósá

Tað hevur leingi ljóðað og er nú endaliga staðfest.


Longu 23. desember váttaði Heðin Hansen fyri Norðlýsinum, at HB vísti honum áhuga og at hann ikki vildi avvísa hesum møguleikanum. Seinastu tíðina hevur hann vant við HB og nú hava vit bara bíðað eftir at fingið staðfest skiftið. Tað hevur HB gjørt í kvøld. Sostatt er greitt, at fyrsti Víkingur er komin til Sigfríð Clementsen og so er spurningurin, um Dánjal Pauli Lervig verður tann næsti. Hann hevur vant við í longri tíð, men enn er ógreitt, um hann fær sáttmála.  

HB skrivar á síni heimasíðu:

Havnar Bóltfelag, Heðin Hansen og Víkingur, eru komin ásamt um, at vit leiga miðvallaran við tí sera góða langskotinum frá FM-vinnarunum hetta kappingarárið.

Heðin Hansen sum er 22 ára gamal hevur altíð spælt fyri barndómsfelagið, Víking. Stinni og bóltfimi miðvallarin verður helst fastur fúsur á miðvølli okkara.

Einki er at ivast í, at Sigfríður Clementsen, sum jú í fleiri ár var venjari hjá júst Víkingi, kennir til dygdirnar hjá Heðini og helst skal nýggi venjari okkara fáa bestu dygdirnar fram í miðvallaranum.