Týskvøldið kl 19.30 verður stovnandi fundur í Íversetarahúsinum fyri felagi hvørs endamál er at staðseta øll staðarnøvn við myndum og knøttstøðum i Norðoyggjum
Tað er Jákup Jacobsen úr Haraldsundi sum hevur tikið stig til fundin.
Jákup upplýsir fyri Norðlýsinum at hann hevur arbeitt við staðarnøvnum í Kunoy í mong ár. Tá hann hoyrdi um Hanus Poulsen og hansara arbeiði við staðarnøvnum í Árnafirði fekk hann hugskotið at fáa øll staðarnøvn í Norðoyggjum staðsett.
– Tað er í tøkum tíma at hetta verður gjørt, tað má gerast nú ímeðan fleiri eldri menn enn eru á lívi, sigur Jákup.
Fundurin verður í Íverksetarahúsinum kl. 19.30 í annaðkvøld.



