Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Standmyndin av Kópakonuni komin til Mikladals

Oliver Joensen

Við seinasta túrinum hjá Sam í gjárkvøldið, kom standmyndin av Kópakonuni á Kalsoynna og til Mikladals. Í dag hevur so verið arbeitt av kraft við at fáa Stórakneysa passaðan til og festini á Kópakonuni at sita sum tey skulu.

Preben Hansen, verkfrøðingur hevur staði fyri tekniska partinum av festinum og hann ger sum kunnugt ikki neyðsemjur við trygdini sum finnu, hinvegin stendur Hans Pauli Olsen, listamaður fyri tí kreativa partinum og eisini hann er eirindaleysur á sínum øki. Í millum teirra stendur so stoyparin, Jørn Svendsen, ið saman við unnustu síni eisini er komin til Mikladals. Tó, allir tríggir hava funnið loysnir og so langt er komið ávegis ídag, at roknað verður við, at Kópakonan kann setast á Stórakneysa ímorgin fríggjandagin, um gongst sum ætlað, og so fer hon at standa har til avdúkingardagin 1. august.

Spannandi var at síggja standmyndina ídag. Men enn er hon ikki í rætta “húðalitinum”, tí sum Hans Pauli Olsen greiddi frá ídag, so sær hon nú út sum hon er sproytað við gullbronsu. Eftir at hon er sett upp og fest væl og virðiliga á Stórakneysa, so fer listamaðurin saman við stoyparanum at byrja patineringina, tað verður við sjógvi úr Kalsoyarfirði og svávul og tá fær standmyndin eina heilt aðra dimensión og detaljurnar fara rættuliga at síggjast.