Hóskvøldið 18. juni 2026 verður farið undir asfaltering av Stangavegnum. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at tað órógvar ferðsluna so lítið, sum gjørligt.
Arbeiðið byrjar klokkan 18:00, tá onnur koyribreytin verður stongd. Ferðslan verður tá leidd ígjøgnum økið við ljósregulering. Samstundis verður brekkan omanfyri Victor á Lakjuni stongd hetta tíðarskeiðið.
Umleið klokkan 20:00 verður arbeiðið flutt yvir á hina koyribreytina. Í hesum sambandi verður vegurin oman til Kósina stongdur.
Ferðslan frá Stangaskáki verður leidd yvir til Magn, soleiðis at bilførarar ikki sleppa inn á arbeiðsøkið, fyrr enn teir koma til ljósreguleringina.
Borgarar og bilførarar verða biðin um at vísa varsemi, meðan arbeiðið verður framt.




