Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stankov væntast at blíva klárur til KÍ dystin á ólavsøku

Jákup Ósá

HB profilurin Aleksandar Stankov var ikki við HB, sum í gjár tapti 2-1 við Margáir móti EB/Streymi.

Tá HB spældi við Margáir í gjár var HB toppskuttin Aleksandar Stankov ikki við. Orsøkin var, at hann ikki hevur fingið arbeiðsloyvið uppá pláss. Stankov var fyrr í ár leigaður fram til summarsteðgin, og tí mátti HB søkja av nýggjum um arbeiðsloyvið í summar. Kaj Leo H. Johannesen, formaður í HB, sigur við Norðlýsið, at teir høvdu væntað, at hann bleiv tøkur til dystin í gjár.

– Vit hava fingið at vita, at tað væntaðist at taka ein mánaða at fáa loyvið uppá pláss. Og tað er ein góður mánaði síðani, at vit søktu. Vit høvdu væntað, at hann bleiv tøkur í gjár, og nú vóna vit, at hann verður tøkur móti KÍ, men við slíkum veit ein aldrin, sigur Kaj Leo H. Johannesen við Norðlýsið.

Sostatt kann væntast, at HB verður í munandi sterkari útgávu leygardagin, um Aleksandar Stankov fær sítt loyvið uppá pláss. Tí hann er uttan iva størsti profilurin á HB liðnum í ár. Hann hevur skorað 7 mál í 10 dystum. HB og KÍ møtast í gamla klassikaranum leygardagin, ólavsøkudag, kl. 16.00.