Stapin, Sigmund og Kvikk eru línubátarnir, sum hava selt fyri mest higartil í 2014.
Norðlýsið hevur hugt eftir yvirlitið frá Vørn, sum seinast er dagført 18. mars og sum Norðlýsið hevur fingið innlit í. Tað vísir, at hjá stóru línubátunum hevur Stapin selt fyri mest í krónum. Hann hevur selt fyri 2.708.498 kr. higartil. Næstur honum kemur Sigmund, sum hevur selt fyri 2.376.804 kr. Og á 3. plássið kemur Kvikk, sum hevur selt fyri 2.321.121. Afturat teimum trimum hava Sandshavið og Jákup B selt fyri yvir 2 milliónir.
Bestu línubátar higartil í 2014 í virði:
1. Stapin 2.708.498 kr.
2. Sigmund 2.376.804 kr.
2. Kvikk 2.321.121 kr.




