Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Startrøðin til Ódnartøkini í Runavík leygardagin kl. 13.00

Tíðindaskriv

Annað umfar í várkappingini í ódnartøkum, verður í Runavík leygardagin kl. 13.00. Orsaka av tí stóru luttøkuni, verða róðrarnir avgreiddir í trimum riðlum við trimum bátastøddum í hvørjum riðli. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra.

Raðfylgjan er víst niðanfyri.

Riðil 1
Barnaróður dreingir
5. mannafør Kvinnur
6. Mannafør kvinnur

Riðil 2
Barnaróður Gentur
6. Mannafør menn
8. Mannafør

Riðil 3
5. Mannafør gentur
5. Mannafør dreingir
10. Mannafør

Tann, sum hevur klárað seg best, hvønn einstakan dag vinnur fyri tann dagin, og fær stig eftir RSF stigatalvuni. Eftir teir tríggjar róðrardagarnar vinnur tann, sum hevur klárað seg best tilsamans. Bátarnir kunna flotast við neysti hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ.

Hesar manningarnar hava melda seg til ódnartøkini:

Riðil 1


Barnaróður dreingir
12 Ørnin
11 Títlingur
10 Sílið TS
Firvaldur
9 Jallurin
8 Drekin MB
7 Falkur
6 Tekla
5. mannafør kvinnur
10 Tekla
9 Teistin
8 Erla Kongsdóttir
7 Fípan Fagra

6. mannafør kvinnur
11 Jarnbardur
10 Skúgvur
9 Rádni
8 Sølmundur
7 Lómur


Riðil 2


Barnaróður gentur
11 Fípan Fagra
10 Falkur
9 Sílið
8 Pílur
7 Erla Kongsdóttir
6. Mannafør menn
10 Gongurólvur (Hósvíkingur)
9 Hvessingur
8 Páll Feingi
7 Rádni
8.Mannafør
11 Gullbrandur
10 Argjabáturin
9 Nevið Reyða
8 Knørrur
7 Miðvingur


Riðil 3


5. Mannafør gentur
12 Sílið
11 Falkur
10 Báran
9 Drekin
8 Firvaldur
7 Hulda
6 Pílur
5. Mannafør dreingir
11 Junkarin
10 Teistin
9 Fípan Fagra
8 Kollur
7 Jallurin

10. mannafør
10 Eysturoyingur
9 Drekin Reyði
8 Ormurin Langi


Kappingin í Ódnartøkum er eisini ein liðkapping millum róðrarfeløgini. Vinnandi felagið fær gávubræv frá Føroya Tele á kr. 5.000 til eitt trivnaðartilak í felagnum.

Niðanfyri er støðan í liðkappingini áðrenn annað umfarð
1. Róðrarfelagið Knørrur 1 (8 stig)
2. Argja Róðrarfelag 1 (7 stig)
2. Havnar Róðrarfelag 1 (7 stig)
4. Fuglafjarðar Róðrarfelag (6 stig)
4. Hvalvíkar- og Kollafjara Róðrarfelag (6 stig)
6. Frobiar Sóknar Róðrarfelag (4 stig)
6. Hósvíkar Róðrarfelag (4 stig)
8. Róðrarfelagið Knørrur 2 (3 stig)
9. Havnar Róðrarfelag 2 (2 stig)
10. Klaksvíkar Róðrarfelag (1 stig)
11 Argja- og Sandavágs Róðrarfelag 2 (0 stig)

Endamálið við liðkappingini er, at styrkja felagskensluna í hvørjum einstøkum róðrarfelag, eins og áhugan fyri, hvussu tað gongur hjá hvørjum øðrum í sama róðrarfelag og harvið menna róðrarfeløgini sum heild.

Reglurnar eru hesar:
1. Hvørt felag meldar lið til við trimum manningum á hvørjum liði. T.d. kann eitt lið vera ein barnamanning gentur, 6 mananfør menn og 10 mannafør. Vinnarin er tað liðið, sum fær flest stig eftir stiga skipanini hjá RSF, út frá teimum róðrunum sum bátarnir á liðnum luttaka í. Hetta fyri alla kappingina.

2. Eitt felag kann melda fleiri lið til. Um so er, at eitt felag ikki fær mannað lið, ella hevur bátar í avlopi, kann tað manna lið saman við øðrum felag.

3. Fyri at eggja feløgunum at hava barnamanningar við, og leggja seg eftir at hava og venja barnamanningar, gevur hvør dagur har ein barnamanning luttekur á liðnum og gjøgnumførir allar 3 róðrarnar tann dagin 2 eyka stig í kappingini. Eru 2 barnamanningar á liðunum gevur hetta 1 eyka stig fyri næsta bátin. Eru tríggjar barnamanningar á einum liði fær liðið í mesta lagi 3 stig eyka.

4. Stendur javnt millum lið vinnur tað liðið, sum kláraði seg best seinasta umfarið. Stendur eisini javnt tá, vinnur tað liðið, sum kláraði seg best umfarið undan osfr. aftur til eitt umfar, har eitt lið hevur klárað seg best. Støði verður altíð tikið í stigum fyri dagin íroknað eyka stig fyri barnamanningar. Ber ikki til á henda hátt, at finna ein vinnara verður tað avgjørt við lutakasti

Í liðkappingini eru hesi feløg og manningar:

Argja Róðrarfelag Róðrarfelagið Knørrur 1 Havnar Róðrarfelag 1
Teistin 5m kvinnur Jallurin barnar. dreingir Sílið barnar. dreingir
Teistin 5m dreingir Jarnbardur 6m kvinnur Drekin 5m gentur
Drekin Reyði Ormurin Langi Sílið barnar. gentur

Fuglafjarðar Róðrarfelag

Hvalvíkar/Kollafjara Róðrarfelag

Frobiar Sóknar Róðrarfelag
Rádni 6m kvinnur Hvessingur 6m menn Firvaldur barnar. dreingir
Erla Kongsdóttir 5m kvinnur Báran 5m gentur Firvaldur 5m gentur
Erla Kongsdóttir 5m gentur Kollur 5m dreingir Hulda 5m gentur

Klaksvíkar Róðrarfelag

Róðrarfelagið Knørrur 2

Havnar Róðrarfelag 2
Fípan Fagra 5m kvinnur Pílur barnaróður gentur Drekin barnar. dreingir
Fípan Fagra 5m dreingir Pílur 5m gentur Gongurolvur 6m menn
Nevið Reyða Knørrur Sílið 5m dreingir

Hósvíkar Róðrarfelag

Argja/Sandavágs Róðrarfelag
Falkur barnar. dreingir Ørnin barnaróður dreingir
Falkur barnar. gentur Lómur 6m kvinnur
Falkur 5m gentur Argjabáturin

Høvuðsreglurnar fyri róðrnarnar eru hesar:

• Róðurin, ódnartak, er umleið 140 metrar langur.
• Hvør manning/bátastødd rør tríggjar ferðir sama dag. Stig verða latin smb. RSF stigatalvuni fyri hvønn róður.
• Tann báturin, sum fær besta úrslit fyri dagin, fær stig eftir RSF stigatalvuni eftir samlaða úrslitinum fyri dagin. Vinnur t.d. ein bátur allar 3 róðrarnar hann luttekur í, fær hann 21 stig, men tá gjørt verður upp fyri dagin, fær hann 7 stig smb. RSF stigatalvuni. Báturin, sum hevur næstbesta úrslit, fær 6 stig osv. Stendur á jøvnum fyrsta og annan róðrardagin, fáa báðir sama stigatal.
• Tá allir tríggir róðrardagarnir eru avgreiddir, er tann vinnarin, sum hevur klárað seg best allar tríggjar dagarnar. Stendur á jøvnum eftir seinasta róðrardag verður umróður millum teir sum standa á jøvnum.
• Talt verður niður áðrenn start. Tjóðstartur verður fráboðaður, tá komið er á mál.
• Somu aldursmørk eru galdandi, sum til kappróðrarárið 2016.

Liðkappingin millum feløgini:

Endamálið við liðkappingini er, at styrkja felagskensluna í hvørjum einstøkum róðrarfelag, eins og áhugan fyri, hvussu tað gongur hjá hvørjum øðrum í sama róðrarfelag. Vónandi kann hetta eisini vera við til, at feløgini eru meiri íðin í at fáa mannað fleiri bátar í framtíðini.

Regulernar eru hesar:
1. Hvørt felag meldar lið til við trimum manningum á hvørjum liði. Td. kann eitt lið vera ein barnamanning gentur, 6 mananfør menn og 10 mannafør. Vinnarin er tað liðið, sum fær flest stig eftir stigskipanini hjá RSF, út frá teimum róðrunum sum bátarnir á liðnum luttaka í. Hetta fyri alla kappingina.

2. Eitt felag kann melda fleiri lið til. Um so er, at eitt felag ikki fær mannað lið, ella hevur bátar í avlopi, kann tað manna lið saman við øðrum felag.

3. Fyri at eggja feløgunum at hava barnamanningar við, og leggja seg eftir at hava og venja barnamanningar, gevur hvør dagur har ein barnamanning luttekur á liðnum og gjøgnumførir allar 3 róðrarnar tann dagin 2 eyka stig í kappingini.