Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Startup Klaksvík

Tíðindaskriv

Í kvøld verður Sjónám karmur um Startup Klaksvík tiltak hjá Íverksetarahúsinum. Tiltakið er ætlað øllum teimum sum hava áhuga fyri íverksetan, teimum sum ynskja at fáa nøkur amboð hvussu arbeitt verður við einum hugskoti, men sanniliga eisini teimum ið longu hava eina fyritøku sum ynskja menning og vøkstur.

Í kvøld verður Sjónám karmur um Startup Klaksvík tiltak hjá Íverksetarahúsinum. Tiltakið er ætlað øllum teimum sum hava áhuga fyri íverksetan, teimum sum ynskja at fáa nøkur amboð hvussu arbeitt verður við einum hugskoti, men sanniliga eisini teimum ið longu hava eina fyritøku sum ynskja menning og vøkstur.

Tiltakið er ókeypis fyri tey sum luttaka, og Íverksetarahúsið bjóðar morgunmat, frokost og kaffi báðar skeiðsdagarnar.

Startup Klaksvík byrjar kl. 17 í kvøld við eini framsýning av spennandi vørum framleiddar úr tilfeingi úr havinum.

Laila av Reyni, sum m.a. er kend fyri hennara vøkru og hugtakandi kjólar, hevur sniðgivið ein forvitnisligan kjóla úr fiskaskræðu, júst til hetta høvið; meðan Malan Fosaa hevur eitt breitt úrval av lutum hon hevur sniðgivið úr laksi, steinbíti, toski, kongafiski og kópi.

Anne Marie Gøricke, ið er serkøn í at gera list úr fiskabeinum, fer eisini at sýna fram sermerktar prýðislutir úr fiskabeinum.

Framsýningin er ætlað at geva íblástur og vísa á mongu møguleikarnar við avskurði av fiski, sum verður eitt av mongu maretimu evninum um vikuskiftið.

Ein av fyrilestrahaldarunum fríggjakvøldið á Startup Klaksvík verður Margrete Bak frá donsku fyritøkuni Karlbak. Margrete ið ráðgevur, undirvísir og granskar í íverksetan fer m.a at tosa um hvussu vit kunnu síggja nýggjar møguleikar í eini traditionellari vinnu.

Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum fer at greiða frá hvussu tú kemur frá einum hugskoti til eina fyritøku.

Leygardagin og sunnudagin arbeiða luttakarnir við hugskotum, og seinnapartin sunnudagin verða hugskotini løgd fram fyri einum paneli av dómarum sum velja besta hugskotið. Vinnuframi letur ein ráðgevingarpakka til eitt virði á kr. 50.000,- til vinnandi hugskotið.

Startup vikuskiftini hava ferðast runt um í Føroyum og ein túr í Keypmannahavn undir átakinum Startup Føroyar. Tiltøkini hava verið sera væl eydnaði, og hugskotsríkidømið trýtir ikki í Føroyum.Video innslagið frá Startup Tórshavn gevur eina góða mynd av hvussu eitt startup vikuskifti fer fram.