Vit leita eftir einum royndum betongfólki, sum hevur hug at taka størri ábyrgd og vera partur av arbeiðsleiðsluni á byggiplássinum.
Hjá ArtiCon hava vit fleiri spennandi byggiverkætlanir fyri framman, og tí hava vit brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki við góðum kunnleika til forskalling, jarnbinding og stoyping.
Tú verður partur av einum arbeiðstoymi, har tú bæði tekur lut í praktiska arbeiðinum og ert við til at leggja uppgávurnar til rættis. Saman við starvsfeløgunum syrgir tú fyri, at arbeiðið gongur væl og verður gjørt til ásetta tíð og við góðari dygd.
Tínar arbeiðsuppgávur
Vit vænta, at tú
Tað er ein fyrimunur, um tú áður hevur havt ábyrgd av einum arbeiðstoymi, men tað er ikki ein treyt. Vit leggja størstan dent á tínar fakligu royndir og tín hug at taka ábyrgd.
Vit bjóða tær
Hjá ArtiCon fært tú eitt fjølbroytt starv á einum arbeiðsplássi við góðum samanhaldi og møguleikum fyri fakligari menning.
Vit bjóða góðar arbeiðsumstøður, nútímans útgerð og eitt arbeiðsumhvørvi, har okkara virði Dygd, Trygd og Trivnaður eru grundarlagið undir dagliga arbeiðinum.
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir verða ásettar eftir royndum og førleikum.
Hevur tú hug at at koma á liðið hjá ArtiCon? So vilja vit fegin hoyra frá tær!
Tá føroyingar megna at varðveita sítt mál, sína mentan og sínar bókmentir, eigur Ísland eisini at kunna halda tørn. Tað…
Málverjin hjá KÍ síðstu trý árini heldur ikki fram. 29 ára gamli Mark F. Jensen kom til KÍ í 2024….
Seinastu tvær vikurnar hava vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsi havt gleðina av at hava Mai Leiti og Leu Hansen frá Fuglafjarðar…