Barnaverndartænastan í Norðoyggjum søkir við hesum sálarfrøðingi til fast starv at byrja 1. desembur 2026 ella skjótast gjørligt eftir tað. Talan er um fulltíðarstarv.
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um allar Norðoyggjar. Umsitingin hjá barnaverndartænastuni heldur til í Klaksvík og her starvast, umframt leiðaran, ein fakligur samskipari, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk.
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Tú kemur, í tøttum samstarvi við starvsfólkini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki, har arbeiðsuppgávurnar millum annað eru:
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
Vit bjóða tær:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Akademikarafelagið. Lønartalvan sæst á www.fmr.fo.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir leiðara fyri Barnaverndartænastuna, tlf. 287621 ella teldupost tonja@klaksvik.fo. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing, reinari revsiváttan og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi seinast 28. oktobur 2026.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilir Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum
»Telefonin er ikki bara ein tíðartjóvur – men ein lívstjóvur«. Tað er greiði boðskapurin hjá virðislønta Jakob Sorgenfri Kjær í…
Atlantic Petroleum hevur gjøgnum eitt felag undir stovnan søkt Jarðfeingi um loyvi til leiting og framleiðslu í føroyskum øki. Atlantic…
Ein fíggjarlóg skal bæði tryggja javnvág í landskassanum og góð kor hjá fólkinum. Tað var høvuðsboðskapurin hjá Eyðgunn Samuelsen, framsøgukvinnu…