Starvsfelagið segði sínum leigarum upp uttan nakra hoyringsfreist ella tilgongd. Norðlýsið hevur fingið fatur í uppsagnarskrivinum
Formaðurin í Starvsfelagnum skrivar soleiðis til Smærubúgvarnar:
Leigumálini í Smæruni verða uppsøgd
Starvsfelagið hevur fyri eini góðari viku síðani fingið fyrispurning frá Barna- og Undirvísingarmálaráðnum um leigu av øllum Smærubygninginum. T.v.s øllum bygninginum uttan auditorium.
Nevndin viðgjørdi fyrispurningin á nevndarfundinum hósdagin 20. apríl og er komin til tað niðurstøðu, at vit ganga fyrispurninginum frá Barna- og Undirvísingarmálaráðnum á møti.
Tað merkir, at øll sum leiga í Smæruni fáa eina uppsøgn av verandi leigumáli áðrenn 1. mai við 6 mánaðar freist, soleiðis at leigumáli gongur út 31. oktober.
Hóast øll verða søgd upp frá 1. mai, so fara onkur tykkara at fáa tilboð um at verða verandi, sikkurt ikki í somu skrivstovu ella sama høli, men tilboð um onnur høli.
Barna- og undirvísingarmálaráðið fara ikki at hava brúk fyri øllum skivstovunum, tað koma helst einar trý hølir at leypa av.
Vit skulu saman við Barna- og undirvísingarmálaráðnum finna útav, hvussu henda leigan fer fram. Um tað er ráðið, sum leigar allan bygningin og síðani framleigar hølini, ella tað verða vit sum leiga hølini út. Helst verður tað, tað fyrra.
Tað eru fleiri orsøkir til at nevndin er komin til hesa niðurstøðuna.
Tað eru limir felagsins, sum eiga bygningin og tað er okkara skylda at tryggja at íløgan ber seg og lønar seg.
Sum er, ber íløgan seg ikki nóg væl.
Umsitingin av bygninginum er ómetalig stór og vit hava ikki umsitingarligu orkuna til at taka okkum av tí sum skal til.
Vit eru sett í verðina til at tæna limum felagsins og tað gera vit best við at nýta umsitingarligu orkuna til teirra og tí hevur nevndin valt at fara frá nógvum leigarum til bara tann eina leigaran.
Tað eru eisini fíggjarligir fyrimunir fyri Smæruna. Við at leiga allan bygningin til Barna- og Undirvísingarráðið, fara vit at fáa størri inntøku og betri forrenting við tað, at vit leiga fleiri fermetrar út og væntandi verður auditoriið eisini meira útleiga og meira brúkt.
6 mánaðar uppsagnartíðin merkir ikki, at tit eru bundin til hølini í 6 mánaðir.
Um so er, at onkur tykkara fær onnur hølir áðrenn uppsagnartíðin er farin, so fáa tit fríðar teymar til at fara áðrenn tíð uttan mótrokning.
Eg veit at hetta er ómetaliga keðiligt og tungt hjá tykkum at hoyra í morgun. Eg havi tað bestemt ikki gott við at bera tykkum hesi tíðindini. Men kortini fari eg at takka tykkum øllum fyri gott samstarv.
Eg vóni ikki, at vit við hesum brenna nakrar brýr, men at vit kunnu hyggja hvønn annan í eyguni og minnast aftur á nógvar góðar løtur í Smæruni. Og sjálvandi ynski tykkum øllum alt tað besta og blýðan byr.


