Á tíðindafundi í Kringvarpinum, har løgmaður, heilsumálaráðharrin, Bjarni á Steig, lækni, og Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, vóru í panelinum. Har kom fram, at nú eru tíggju føroyingar smittaðir við Covid-19, og tann seinasti av hesum starvast á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Enn veit ongin, um viðkomandi er smittað í Føroyum ella uttanlands.
Tann sjúka var seinast til arbeiðis sunnudagin 8. mars og varasjúkrahússtjórin sigur, at tey nú seta seg í samband við øll, sum hon hevur verið í samband við 48 tímar áðrenn tað og fram til 8. mars. Í løtuni koyrir Føðideildin við sera skerdari manning og er at kalla tóm. John Johannesen, vertur, spurdi um møguleikan fyri opna eina fyribilsføðideild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tað vildi hvørgin landsstýrismaður avsanna.
Umleið 100 fólk eru í sóttarhaldi kring um í Føroyum, og av teimum fara 20 úr sóttarhaldinum komandi týsdag, 17. mars.
Stóri spurningurin er, um starvsfólkið á Føðideildini á Landssjúkrahúsinum er blivið smittað uttanlands ella í Føroyum, men tað visti ongin av teimum fýra at siga. Tað verður kannað í løtuni, og vónandi frætta vit sum skjótast. Hevur hon fingið smittuna í Føroyum, eru Føroyar komnar upp á eitt enn meira álvarsamt stig viðvíkjandi Corona.
Annars var tíðindafundurin nógv merktur av, at løgmaður heitti á fólk sjálvi um at taka mest møgulig fyrivarni, ikki vera meira úti enn neyðugt, at tey ungu ikki fóru í býin, og at øll hugsaðu seg væl um. Heitt varð eisini á føroyingar í feriu um at venda heim, og sterkar ábendingar vóru um, at tað skjótt verður seinasti møguleiki at koma heim. Týsdagurin varð nevndur sum møgulig dagfesting fyri, at øll flogferðslan steðgar.
Atlantsflog hevur skert sítt virksemi sera nógv og fer at skerja tað uppaftur meira. Steðgað verður á øllum rutum uttan Keypmannahavnarrutuni. SAS flýgur framvegis rutuflúgving, men Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, sigur, at støða verður tikin til hesa flúgving eisini, tá føroyingar eru fluttir heim, sum hann tekur til. Aftur her er týsdagurin helst dagurin, tá hendan støðan verður tikin, men møguliga áðrenn.
Mong fólk hava ringt til 1870 við fyrispurningum, og har heittu bæði løgmaður og heilsumálaráðharrin um heldur at lesa skrivliga tilfarið frá Heilsumálaráðnum. Hetta fyri at linjan skal kunna vera opin í størst møguligan mun fyri tey, ið hava tørv á læknahjálp. Her varð undirstrikað, at hendan linjan er tann einasta og harvið eisini til teirra, sum eru rakt av øðrum enn Covid-19.
Frá televeitarunum frættist, at tey ongar trupulleikar hava av at veita internet til teirra, ið sita í sóttarhaldi.
Í stuttum var omanfyristandandi tað, ið frættist á tíðindafundinum við landsstýrismenninar og heilsufakligu umboðini á tíðindafundinum kl. 18 í kvøld. Innan leingi frætta vit vónandi, hvussu tann seinasti sjúklingurin hevur fingið smittuna, eins og endalig avkláring kemur uppá flogferðsluna.



