Vit hava tørv á summarfrítíðaravloysarum til Dutyfree-handilin í Vága Floghavn.
Eftir avtalu er møguleiki fyri at halda áfram í føstum, tímaløntum starvi eftir summarfríðtíðina.
Sum starvsfólk í Duty Free FAE skalt tú taka tær av øllum vanligum handilsarbeiði, sum er knýtt at handli okkara. Arbeitt verður allar dagar í vikuni, og arbeiðstíðin er sum oftast ímillum kl. 06.30 og 21.00. Tó eru arbeiðstíðirnar lagaðar til flogferðsluna, so neyðugt er eisini at arbeiða uttanfyri hesar tíðir.
Tá arbeitt verður um vikuskiftinum fella frídagar yrkadagar. Tað er ikki gjørligt hjá avloysarunum at fáa frí til egna summarfrítíð í avloysaratíðarskeiðinum.
Umsóknarfreist 31. mai
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




