Faroe Ship leitar eftir einum álítandi, fyrikomandi og røskum starvsfólki til frystigoymslu og terminal okkara í Ánunum
Talan er um fulltíðarstarv, har roknast kann við nakað av úrtíðararbeiði.
Umsøkjari má hava fylgjandi førleikar:
- Royndir frá frystihús- ella goymsluarbeiði
- Trukkloyvi
- Koyrikort til persónbil
- Góðan teldukunnleika og vilja til at seta seg inn í nýggjar skipanir
Starvsetan og treytir
Starvsbyrjan er 1. november 2024. Løn sambært avtalu.
Freistin at søkja
Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. oktober 2024. Umsóknir saman við lívsrensli skulu sendast til jobs@faroeship.fo. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Símun Gullaksen, deildarleiðara, á tel 549090 ella senda ein fyrispurning á sigu@faroeship.fo.
Um Faroe Ship
Faroe Ship er sterkt flutningsfelag í norðurhøvum, og vit stremba eftir at veita bestu og skjótastu tænastuna. Vit hava deildir í Ánunum, Tvøroyri og Tórshavn, har høvuðsskrivstovan er. Umleið 100 starvsfólk eru knýtt at Faroe Ship.
Vit virka í einum spennandi altjóða umhvørvi, har broytingar henda javnan, og hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar
Faroe Ship er partur av Eimskip samtakinum og samstarvar við feløg um allan heim.



