Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsfólk til sjúkraflutningstænastuna

LÝSING

Klaksvíkar Sjúkrahús – FO-700 Klaksvík

Søkt verður eftir assistenti til setan 01.04.2016, ella eftir nærri avtalu.


Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at veita bráfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum, skaddum og rørslutarnaðum. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum og Norðoya Røktarheimi. Tætt samstarv er við sjúkraflutningstænastuna á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.


Starvsøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni er Norðoyggjar. Her starvast í løtuni 8 fólk. Deildin hevur 5 bilar, íroknað 3 sjúkrabilar.


Ábyrgdarøkið er Norðoyggjar og arbeitt verður í skiftandi vaktum. Tann, ið settur verður skal hava royndir innan sjúkraflutning.


Vit væntað, at tú:

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi, hevur góð samstarvsevni og lætt við at umgangast fólk.
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd, dugir at umstilla teg og arbeiðir sjálvstøðugt


Førleikakrøv:

  • hevur koyrikort (Bólk B og C)
  • hevur prógv í 1. hjálp ella líknadi skeið
  • fyrimunur er at hava arbeitt í sjúkraflutningstænastu
  • likamliga sterkur
  • telduførleika á brúkarastøðið


Í samband við starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkraflutningstænastuni skal tann, ið settur verður, lúka øll krøv, ið tænastan krevur.


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, sjúkraflutningstænastuna.


Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til allan Joensen, leiðara fyri sjúkraflutningstænastuna teldupost allan@ks.fo


Umsókn við avrit av prógvum v.m., verður at senda til:

Sjúkrahússtjórin

Klaksvíkar Sjúkrahús

FO-700 Klaksvík


Umsóknarfreiðst 22.02.16