Fríggjadagin endaði eitt skeið fyri fólk í heilsuverkinum. Skeiðið var fyriskipað við atlitið til Parkinsonsjúklingar og við ásannan um, at starvsfólk innan heilsuverkið høvdu eitt ynski um, meiri vitan um sjúkuna og hvussu farast skuldi um Parkinsonsjúklingar.
Tað var ikki Parkinsonfelagið í Føroyum, sum kom við upprunaliga ynskinum um slíkt skeið, sigur formaðurin fyri Parkinsonfelagið í Føroyum Durid Johannesen, harafturímóti kom áheitan frá fólki í helsuverkinum til felagið um at vera við í fyriskipanini, og tað hava vit verið, sigur hon, og undirstrikar, at Hedvig Matras, frá virkishúsinum Smæran í Klaksvík hevur havt ein stóran leiklut í, at skeiðið, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum, bleiv fyriskipað.
Fyriskipararnir eru annars dHeilsu og umsorganartænastan í Havn, Norðoya Bú- og Heimatænasta og felagið hjá Parkinsonsjúklingum.
Nógv ymisk fakfólk hava havt fyrilestrar á skeiðnum, eitt nú serfrøðingar úr Bisbebjerg Sjúkrahúsinum í Danmark, har nógv gransking innan sjúkuna verður gjørd og eisini føroyskir fakfólk hava lært frá sær á skeiðnum við fyrilestrum.
Tá prógvini vóru handaði skeiðsluttakarunum fríggjadagin, helt Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu røðu. Hann fegnaðist um, at skeiðið fór at vera við til at Parkinsonsjúkingar fara at fáa eina enn betri viðgerð í heilsuverkinum, samstundis sum hann harmaðist um at títtleikin av hesi sjúkuni var so stórur í Føroyum.
Bergunn Kass, sum var á hátíðarhaldinum, sum umboð fyri Eldranevndina í Tórshavnar kommunu helt eina sera viðkomandi røðu eisini, sum kann lesast aðrastaðni her á síðuni. At enda segði leiðarin fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, Marna Ellingsgaard eisini nøkur orð, har hon millum annað takkað starvsfólkunum í føroyska heilsuverkinum fyri at hava møtt so hugaliga til skeiðið.




