icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvsfólkaútferð ella Bólkaútferð Hattarvík á Fugloynni

Tíðindaskriv

Aftur í ár bjóða vit okkum til, at fyriskipa starvsfólkaútferð ella bólkaútferð í Hattarvík á Fugloynni.

Skrá:

  • Farið verður við “Rituni” úr Hvannasundi til Fugloyar, Hattarvík, kl. 08:45.
  • Byrjað verður við morgunmati uml. kl. 10:00.
  • Eftir hetta, verður tað so ein gongutúrur niðan á Eystfelli við staðkendum ferðaleiðara, sum somuleiðis vísir á og greiðir frá um støð, søgur og sagnir. Øll fáa ein góðan matpakka við.
  • Komin oman úr haga, verður borðreitt við súpan, te og kaffi
  • Síðani verður ein frásøgutúrur í bygdini, fyri at vitja áhugaverd støð vm.
  • Fráferð við “Rituni” til Hvannasund uml. kl. 16:00.

Nærri kunning um prísir, bílegging vm. kann fáast umvegis heimasíðuna:

http://www.uppistovugardur.fo/starvsfoacutelka—boacutelkatuacuterethar.html

ella við at ringja til Símun Gullaksen á telefon 217055!