Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Starvslýsing: Søkt verður eftir pedagogið, at byrja 1. mai ella skjótast tilber!

Hannefía Joensen

Vit søkja eftir pedagogið til Sornhúsið, sum er frítíðarheimið hjá Mylnuhúsinum,
30 tímar um vikuna. (møguleiki er fyri fleiri tímum)
Í Sornhúsinum eru 60 børn í aldrinum 7 – 9 ár.

Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði, útibarnagørðum og frítíðarheim. Vit taka dagliga ímóti 138 børnum í aldrinum 0 – 9 ár.



Í tí námsfrøðiliga arbeiðinum taka vit støði í ”tí integreraðu bakgrundini” hetta merkir at tað í Mylnuhúsinum er pláss fyri at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor her. Vit eru serliga upptikin av hvat hevur týdning fyri børnini, og leggja vit gerandisdagin til rættis eftir tí. Vit leggja stóran dent á, at varða um øll børnini.



Les meira á www.mylnuhusid.fo








Vit søkja eftir pedagogið til Sornhúsið, sum er frítíðarheimið hjá Mylnuhúsinum, 30 tímar um vikuna. (møguleiki er fyri fleiri tímum)



Í Sornhúsinum eru 60 børn í aldrinum 7 – 9 ár.







Vit sóknast eftir fólki ið er:



    fleksibul



    hevur opið sinni



    sær møguleikar fram um mørk



    tekur støði í barninum



    tekur barnið í álvara



    er opin fyri nýhugsan



    leggur stóran dent á gott samstarv við foreldur og samstarvsfelagar.







Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmálan millum, Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag.



Meira fæst at vita um starvi við at venda sær til Maju Højsted leiðara tlf. 218878.







Um ongin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarka starv.







Umsóknir til starvið, saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða okkum í hendi, seinasta lagið týsdagin 4/4-2007







Mylnuhúsið



Mylnugøta 10



700 Klaksvík



mylnuhusid@mylnuhusid.fo