Mánadagin 16. mars 2015 hevði ALS starvsskeið fyri útlendingum í Klaksvíkar kommunu. Tiltakið var í býráðshøllini hjá Klaksvíkar kommunu, sum í løtuni er í ferð við at orða ein integratiónspolitikk fyri kommununa.
Mánadagin16. mars 2015 hevði ALS starvsskeið fyri útlendingum í Klaksvíkar kommunu.Tiltakið var í býráðshøllini hjá Klaksvíkar kommunu, sum í løtuni er í ferð viðat orða ein integratiónspolitikk fyri kommununa.
Endamálið við starvsskeiðnum hjá ALS er atstuðla útlendingum í at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum við at finna út avog hoyra um teirra núverandi størv og við at fáa meira at vita um teirraútbúgvingar og arbeiðsførleikar.
Málið hjá ALS er at fáa eitt samstarv ílag millum hesar einstaklingar og ymiskar arbeiðsgevarar, ið á einhvønn hátthava okkurt í felag við teirra útbúgvingar og soleiðis framtíðarstarvsmøguleikar.
Hetta er ein roynd í eitt avmarkaðtíðarskeið fyri at finna ymiskar vegir til at fáa útlendingar integreraðar ísamfelagið, serliga við atliti til arbeiðsmarknaðin.
Einstaklingar, ið hava luttikið á skeiðnumog ikki eru í ALS, verða einans stuðlaðir umvegis møguligar arbeiðsgevarar.
Fult í tráð við integratiónsarbeiðið hjá kommununi
– Hetta tiltakið hjá ALS kemur sera vælvið hjá útlendingunum her í kommununi, sigur David Im, verkætlanarleiðari hjáKlaksvíkar kommunu, sum í løtuni arbeiðir við at orða ein integratiónspolitikkfyri kommununa.
– Í løtuni eru vit í tøttum samskifti viðútlendingarnar her í kommununi, har teirra støða í mun til arbeiðsmarknaðineisini er ein týðandi partur, so hetta tiltakið hjá ALS gongur sera væl hond íhond við okkara stremban.
– Hetta snýr seg um at geva okkaratilfluttu borgarum best møguligar umstøður og møguleikar til at gerast einnátrúrligur partur av samfelag okkara, sigur David Im.
– Í løtuni arbeiða vit út frá Klaksvíkarkommunu, sum jú er umleið 10% av samlaða fólkatalinum í Føroyum og sum vónandi eisini kann koma útlendingumkring alt landið tilgóðar.




