Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

State of the Land – nýtt videolag

Jóhann Lützen

Í sambandi við, at Lena Anderssen júst hevur givið út fyrsta lagið av komandi útgávuni State of The Land, er video eisini gjørd.

Upptøkurnar eru gjørdar í Bylgjuni í Runavík og í Tórshavn og er tað Olivur Debes Eiriksfoss, ið er einasti leikari í videolagnum. Eisini luttók Aron D. Jacobsen í upptøkunum.

Bjørg Mohr Anderssen og Rúni Friis Kjær hava staðið fyri filmingini, meðan Eyðun Müller Thomsen hevur sett saman og lagt litir á.

Nýggja videolagið til staklagið State of the Land við  Lenu Anderssen kann síggjast her: