Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Statoil satsar hálva aðru milliard í oljuleiting á Føroyagrunninum

John William Joensen

Tann 24. Januar skrivar heimasíðan hjá Jarðfeingi at stovnurin hevur fingið umsókn frá Statoil um at gera tvær boringar í føroyskum sjóøki í summar. Ætlanin er at fara til verka longu um miðjan apríl tá boripallurin Vest Hercules fer undir at bora brunnin 6104/21-2, eisini nevndur Brugdan ll, lidnan. Byrjað varð at bora henda brunnin í 2012, men av tí at tað dró út at fáa brunnin liðugt boraðan, og tað gekk móti vetrartíð, varð avgjørt at steðga fyribils við boringini, og taka hana upp aftur seinni. Seinni í ár verður eftir ætlan farið undir at bora ein brunn aftrat. Hesin verður í loyvisøki 008 og sum skilst er stórur spenningur um júst hesar royndarboringarnar hjá Statoil.

Tann 24. Januar skrivar heimasíðan hjá Jarðfeingi at stovnurin hevur fingið umsókn frá Statoil um at gera tvær boringar í føroyskum sjóøki í summar. Ætlanin er at fara til verka longu um miðjan apríl tá boripallurin Vest Hercules fer undir at bora brunnin 6104/21-2, eisini nevndur Brugdan ll, lidnan. 

Byrjað varð at bora henda brunnin í 2012, men av tí at tað dró út at fáa brunnin liðugt boraðan, og tað gekk móti vetrartíð, varð avgjørt at steðga fyribils við boringini, og taka hana upp aftur seinni. Seinni í ár verður eftir ætlan farið undir at bora ein brunn aftrat. Hesin verður í loyvisøki 008 og sum skilst er stórur spenningur um júst hesar royndarboringarnar hjá Statoil.

Størsta einstaka íløgan í føroyskari vinnusøgu

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Jóhan Dahl, heldur at oljuleitingin í summar er sera spennandi.

– Tað sigur seg sjálvt at vit eru sera fegnir um at altjóða oljufeløg veruliga trúgva uppá at olja er í føroysku undirgrundini. Tað er væl ikki uttan orsøk at Statoil velir at satsa hálva aðru miliard krónur í verkætlanina. Eg haldi samstundis at vit í Føroyum eiga av álvara at fyrireika okkum til dagin tá olja verður funnin og hóast tað tekur drúgva tíð frá at olja verður staðfest til framleiðslan byrjar so er neyðugt at vit fyrihalda okkum til hvat er tað vit vilja við eini komandi oljuvinnu. Í verandi lóggávu er staðfest at alt skal um føroyskan kajkant, men eg kundi hugsa mær at vit fingu eitt kjak um hetta er skilagott ella hvussu skal hetta tilfeingi umsitast og umsetast, sigur Jóhan Dahl.

Tilsamans fara umleið 300 mans at starvast umborð á boripallinum Vest Hercules og í hesum sambandi kunnu vit nevna at Statoil longu nú hevur gjørt sáttmalar við m.a. Thor í Hósvík um atløguskip sum verða standby og sum eisini skulu flyta boriútgerð vørur o.a. úr Runavík og út til boriplatformin. Harafturat hevur Statoil undirskrivað sáttmála við Atlantic Airways um at flyta fólk millum Vágar og boriplatformin og víðari til útheimin – ein sáttmáli sum er verdur 40 mió. Kr. Nógv virksemi bæði á sjógvi og landi fer at síggjast og merkjast í samband við verkætlanina sum fer at leggja eftir seg hundraðtals mió. kr. til føroyska samfelagið. Ein leystlig útrokning, sum oljan.fo hevur gjørt, vísir, at tað beinleiðis fara at koma inn í føroyska búskapin millum 200 og 300 mió. kr. frá leitivirkseminum. Aftrat hesum koma so aðrar óbeinleiðis inntøkur. Hetta er fyrstu ferð, síðani oljuleitingin byrjaði fyri umleið 13 árum síðani, at sama oljufelag er fyristøðufelag fyri tveir brunnar sama ár, skrivar oljan.fo

Bjartskygdur um útlitini

Rúni M. Hansen, sum hevur ábyrgd av virkseminum hjá Statoil í Føroyum,sigurat teir fara undir hesa verkætlan við góðum treysti.

– Vit gera hesa stóru íløgu tí vit trúgva at tað eru møguleikar fyri at vit kunnu finna olju í føroyska økinum men hetta er ein stór avbjóðing, tí vitanin um hvat býr undir føroyska landgrunninum er sera avmarkað. Hetta er bert sjeynda royndarboringin og tí er sera lítil partur av økinum kannað og av tí at basaltlágirnar í føroysku undirgrundini eru sera tjúkkar er vitanin vit hava fingið við seismik kanningum sera avmarkaðar.

– Samanbera vit við bretska økið so er vitanin nógv meira konkret tí her vita vit hvar olja er funnin og síðani verður leita út frá tí vitani.

– Men tað skal ikki verða nøkur loyna at vit høvdu ikki gjørt hesa íløguna um vit ikki høvdu vónir at finna olju og oljupallurin sum vit hesuferð brúka er sera framkomin og eru vit spent um hvat úrslitið verður.