Í september fer Føroya Banki at skipa fyri kapping millum ung í 4., 5. og 6. flokki um at stava føroysk orð og setningar rætt.
Seks undanumfør verða kring landið, og stóra finalan verður í Havn leygardagin 27. september. Vinnarin fær 25.000 kr. frá Føroya Banka
Føroya Banki skipar fyri kappingini í sambandi við, at bankin hevur almannakunngjørt nýtt barna- og ungdómskonsept.
Bankin byggir sítt virðisgrundarlag á dugnasemi, eldhuga og framsøkni, og burtur úr hesum virðisgrundarlagnum sprettur nýggja barna- og ungdómskonseptið.
Við kappingini Stava rætt vil bankin skunda undir, at børn og ung menna sín fakliga førleika, og vinningurin á 25.000 kr. verður latin vinnaranum fyri víst dugnasemi.
Dómarar í kappingini verða Bergur Rasmussen og Malan Eyðunsdóttir, lærarar í føroyskum í Tórshavnar Kommunuskúla. Tey bæði hava eisini gjørt spurningarnar, ið eru fleiri enn 600 í tali.
Treytin at vera við í kappingini er, at luttakararnir ganga í 4., 5. og 6. flokki skúlaárið 2008/2009. Áhugað og eldhugað kunnu tekna seg til kappingina her.
Undanumførini verða á hesum støðum:
Klaksvík 15. sept. kl. 17.00 Húsið
Fuglafjørður 16. sept. kl. 17.00 Mentanarhúsið
Vestmanna 17. sept kl. 17.00 Staðið
Tórshavn 18. sept. kl. 17.00 Margarinfabrikkin
Tvøroyri 20 sept. kl. 13.00 Seglloftið
Sandur 22. sept. kl. 17.00 Ungmannahúsið
Finalan verður í Havn leygardagin 27. september kl. 13.00.
Fá lærukort í bankanum
Eitt høvuðsmál við nýggja barna- og ungdómskonseptinum hjá Føroya Banka er at geva børnum og ungum vitan og lærdóm. Í hesum sambandi hevur bankin latið gera fimm nýggj lærukort.
Tey fimm lærukortini eru ein roknitalva, eitt bókstavarað, lítla og stóra tabell, eitt kort við ættum og vindmegi og eitt kort við føroyskum málreglum.
Lærukortini eru bæði litrík og snøgg á at líta, og til dømis kortið við ættum og vindmegi er væl egnað at festa á køliskápið heima við hús.
Kortið við málreglum greiðir frá, hvussu tú setir ð, nær tú skalt skriva ir og ur, og hvussu tú skalt seta komma. Kortið er gjørt samvarandi almennu málreglunum.
Lærukortini eru at fáa á øllum deildum bankans, og framsøkin, sum vilja ogna sær tey, eru vælkomin at støkka inn á gólvið eftir teimum.
Rentan ger munin
Undanfarnu mongu árini hevur Føroya Banki latið børnum og ungum ókeypis mjadnataskur, mateskjur og handklæðir, tá uppsparingin við Nósa varð sett inn í bankan.
Henda skipan er farin úr gildi. Í staðin bjóðar bankin hægstu rentu í landinum á nýggju Barnauppsparingini, 5,35%.
Við nýggja barna- og ungdómskonseptinum er bankin sostatt farin miðvíst til verka. Børn og ung fáa vitan, tey kunnu brúka, og rentu, ið ger mun.
Nósi fer ongan veg, hóast konseptið er broytt, men hann broytir atferð. Í staðin fyri at bjóða børnum og vaksnum í sín egna føðingardag hvørt ár fer hann nú í føðingardag hjá børnum, ið vinna eina vitjan frá honum her.




