Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steðgur komin í samráðingarnar í gomlu samgongu

Oliver Joensen

Torleif Sigurðsson váttar fyri Norðlýsinum, at samráðingarnar í gomlu samgongu fyribils eru steðgaðar.

Gamla samgongan í býráðnum í Klaksvík hevur verið saman í kvøld, men vit kundu ikki semjast um málsbýtini og tí eru samráðingarnar okkara millum fyribils útsettar. Sum eg skilji, sigur Torleif Sigurðsson, so sita Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin saman í løtuni og telvast um samgongu,
Norðlýsið royndi at fáa fatur á Steinbjørn O. Jacobsen ella Jákup Mikkelsen, men tað eydnaðist ikki.
Um so verður, at tað endar við eini samgongu ímillum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin í Klaksvík, so verður áhugavert at síggja hvør borgarstjórin verður. Har eru tveir sterkir menn, Jákup Mikkelsen má sigast at vera fremstur til starvið, tí Fólkaflokkurin vann valið og hevði framgongd, meðan Steinbjørn O. Jacobsen fekk fleiri persónligar atkvøður enn nakar annar hevur fingið til býráðsval í Klaksvík áður.
Um vit fáa fatur á Steinbjørn ella Jákup Mikkelsen seinni, so leggja vit meira út á netið.
Samanumtikið er í løtuni líkt til, at tað verður ikki sama samgonga í býrðaðnum komandi fýra árini, sum hevur sitið undanfarin ár. Men ilt er at spáa, tí í politikki kann alt henda.