Steinbjørn O. Jacobsen gjørdi týðuliga greitt í kvøld, at hann var ikki glaður fyri, at loyva borgarstjóranum at røkja løgtingssessin samstundis.
Steinbjørn O. Jacobsen er varaborgarstjóri og maðurin við flest atkvøðum hjá Tjóðveldi, ið er størsti flokkur í somgonguni. Steinbjørn O. Jacobsen segði m.a. soleiðis, tá hann eisini brúkti nógv myndamál.
– Tað fyrsta sum er við hesum her er, at vit hava eina lóg sum sigur, at ein borgarstjóri kann vera í báðum støðum í senn. Um tað er nakar sum kennir til tað, at hava ein borgarstjóra, ið er í báðum støðum, so er tað eg. Og tað er ikki heppið. Tað er ómetaliga keðiligt. Nú var Gunvá við Keldu í sjónvarpinum og tosaði um skiparar, og tað var ein góð mynd. Men ein stýrimaður er ofta líka týdningarmikil sum skiparin. Hann kann fáa forfall á ymiskan hátt og tá er ofta at stýrimaður, sum ofta er minst líka væl egnaður sum skiparin, tekur við. Viðhvørt skiftast teir eisini um túrar. At ein er skipari ein túr og stýrimaður ein annan túr. Soleiðis virkar tað ofta, segði Steinbjørn í kvøld.
Og hann segði víðari:
– Men hetta smakkar mær ikki so væl fyri at vera erligur. Men eg og Jógvan Skorheim hava tosað saman í dag fyri at fáa eina loysn í samgonguni, og tað hava vit gjørt. Loysnin gongur út uppá tað, at stýrimaðurin verður á brúnni, tá skiparin hevur forfall. Hendan avtalan strekkir seg til 1. Januar og so fáa vit at síggja, hvussu hesin hálvi túrurin fer at roynast. Eg eri ikki so fegin um tað, men hatta var so semjan fyri at fáa gott stev og konstruktivt arbeiði framyvir, segði varaborgarstjórin.




