Tá Norðlýsið fór út á internetið fríggjadagin, var tað Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sum trýsti á knøttin á lítlari samkomu á Norðlýsinum.
Fyrst segði blaðstjórin nøkur orð, har hann undirstrikaði týdningin í, at blaðið fylgir við tíðini. Oliver Joensen hevur arbeitt á Norðlýsinum líka frá tí blaðið fyrst í 70-árunum fór undir offset prenting og fekk sostatt um endan av blýggjtíðini innan prenting.
Oliver Joensen segði millum annað, at tað mangan hevði verið uppi og vent á blaðnum um at givið blaðið út fleiri ferðir um vikuna. Men teir hava ongantíð funnið tað ráðiligt. Harafturímóti verður hildið týdningarmikið, at fylgt verður við í nýggju tøknini og tí var fyri hálvum árið síðani avgjørt at fara undir eina internetútgávu.
Tað er Dynamic Paper í Tórshavn, ið stendur fyri tøknini, ímeðan okkara egna layoutfelag, SP/F Vasti hevur staðið fyri tilgerðini av heimasíðuni.




