Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri 55

Oliver Joensen

Í dag fyllir borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen 55 ár. Steinbjørn er føddur og uppvaksin á Vágsheygnum og fór sum ungur til Havnar at standa í læru.

Pápin Steinbjørn var Rasmus Jacobsen, Rasmus hjá Óla Jákup, sum vit vanliga nevndu hann og mamman er Kristina Jacobsen, ella Kristina hjá Sámal í Lorvík. Steinbjørn vaks upp á Vágsheygnum  í húsunum hjá abbanum beint við fótbóltsvøllin .
Hann fór sum 16 ára gamalur til Havnar at standa í læru sum múrari og hevði sítt egna múraravirkið til 1984, tá hann fór at arbeiða hjá Húsalánsgrunninum. Hetta starvið hevði hann til hann um ársskiftið 2000/2001 bleiv borgarstjóri í Klaksvík.
Tillukku við degnum.