Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Badmintonhøllin eitt risa framstig

(Hannefía Joensen)

– Fyri ítróttin er hetta eitt risa framstig, tí eftir at innandura ítróttin her á staðnum hevur klárað seg við eina ítróttarhøll, so verða tað nú tvær av slagnum – altso ein øking upp á 100%, segði borgarstjórin m.a. í røðu sínari leygardagin, tá badmintonhøllin varð tikin í brúk.

Røða borgarstjórans, tá badmintonhøllin varð tikin í brúk:
Góðu tit øll, sum eru komin higar í dag, landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, og Klaksvíkar Badmintonfelag – góði Jákup Anthoniussen.
Hetta er veruliga ein merkisløta fyri okkara økið, tí í dag taka vit eina spildurnýggja ítróttarhøll í brúk, eftir at KÍ-høllin hevur staðið her á ítróttarøkinum í útivið fjøruti ár og Klaksvíkar Svimjihøll í nøkur og tríati ár – so hetta er sanniliga ein stórur dagur.
Fyri ítróttin er hetta eitt risa framstig, tí eftir at innandura ítróttin her á staðnum hevur klárað seg við eina ítróttarhøll, so verða tað nú tvær av slagnum – altso ein øking upp á 100%
Hetta er ein bati, sum veruliga vil nakað.

Tøkk til Jákup og
badmintonfelagið

Eisini fyri meg sjálvan er hetta ein sera stór løta, tí tá eg fyri nú 7 árum síðan hevði tikið við sum borgarstjóri, gingu ikki nógvir mánaðar, áðrenn ein maður kom á vitjan, sum hevði hesa visjónina: at byggja eina nýggja ítróttarhøll, eina badmintonhøll, í Klaksvík.
Tað er ringt at greiða frá í stuttum, hvussu væl og ofta henda høll hevur verið umrødd og viðgjørd á fundum, bæði millum stigtakararnar og kommununa og innanhýsis í býráðsumsitingini, í nevndum og í býráðnum, umframt tað samskifti og fundarvirksemi, sum verið hevur millum stigtakararnar og mentamálaráðið, aðrar stuðlar o.s.fr.
Mangan hevur staðið nógv á, tá Klaksvíkar Badmintonfelag hevur arbeitt við hesi verkætlan, og tey eru ikki so heilt fá, sum undir tilgongdini hava verið ivandi og hava havt lítla tiltrúgv til ætlanina.
Men, sum tey flestu her munnu vita, so er tað serliga ein maður, sum meir enn nakar hevur borið hesa verkætlan víðari, eisini tá tað sá svartast út, og tað er Jákup Anthoniussen.
Góði Jákup!
Eg kenni tað sum ein framíhjárætt at standa her í dag og bera tær eina serliga tøkk. Hjartaliga takk fyri tín ótrúliga positiva og framtakssinnaða hugsunarhátt og stríðsvilja fyri hesi søk, sum nú er framd í verki!
Men sjálvandi hevur tú ikki gjørt hetta einsamallur.
Tit í nevndini fyri Klaksvíkar Badmintonfelag hava í hesum stóra máli staðið saman sum ein maður.
Uttan tykkara lógvatak fyri hesi byggiætlan hevði henda høll heilt vist ikki komið upp, og tí verður tøkkin til Jákup beinanvegin borin víðari til tykkum allar í nevnd Klaksvíkar Badmintonfelags.
Hjartaliga tillukku, Klaksvíkar Badmintonfelag!
Eg vildi fegin, at nevndin í badmintonfelagnum kom upp higar, so vit kunnu síggja teir, og eg kann handa teimum eitt blómutyssi.

Lands- og kommunu-
stuðul er altavgerandi

Eftir drúgva viðgerð í fleiri umførum samtykti býráðið at stuðla hesi bygging við 30% av kostnaðinum og saman við tilsøgn um fígging frá Norðoya Sparikassa var stuðulsjáttanin frá kommununi grundarlagið fyri, at Klaksvíkar Badmintonfelag kundi senda Mentamálaráðnum eina umsókn um landsstuðul upp á somuleiðis 30%
Henda stuðul fekk Klaksvíkar Badmintonfelag eisini, og tað skal Mentamálaráðið, við Jógvani á Lakjuni mentamálaráðharra á odda, hava eina hjartans tøkk fyri.
Tað er ógvuliga avgerandi, at landið heldur fram at stuðla slíka bygging av ítróttafasilitetum kring um í landinum.
Til dømis er eingin av bygningunum á hesum ítróttaøkinum komin uttan stuðul frá bæði landi og kommunu.
Tí er umráðandi, at henda skipan heldur fram, um land okkara framhaldandi skal verða bygd út og ment á ítróttar- og mentanarøkinum – eisini kring um í landinum.

Lokal initiativ
skapa menning

Vit standa nú inni í tí nýggjastu høllini á einum ítróttarøki, sum nú veruliga byrjar at bera brá av einum ítróttaligum kraftardepli.
Onga aðrastaðni í Føroyum fært tú atgongd til so fjølbroytta ítrótt innan ein so lítlan radius, og her eru enntá møguleikar opnir fyri enn meira víðkaðum kørmum eystan fyri Svimjihøllina, rennibreyt o.a.
Hetta økið er sannur fongur fyri Klaksvík og Norðoyggjar, ja fyri allar Føroyar, men latið okkum ikki gloyma, at hvør einasti bygningur her á økinum er úrslit av lokalum initiativi frá fólki við visjónum:
*Tá KÍ-høllin síðst í 60’unum varð bygd sum tann fyrsta av sínum slag í landinum, stóðu fólk í og uttan um KÍ aftanfyri,
*tá svimjihøllin kom tíðliga í 70’unum sum tann fyrsta av sínum slag við 25m kappingarhyli, vóru innsavningar gjørdar av framskygdum fólki her í økinum,
*skýlið við fótbóltsvøllin var somuleiðis eitt lokalt initiativ frá NFÍ,
*og sum øll vita, so er hendan høllin sanniliga eisini eitt lokalt initiativ frá Kl. Badmintonfelag.
Uttan hesar lokalu eldsálir og stigtakarar hevði Klaksvík verið fátøk.
Gaman í skulu fleiri partar, herundir bæði land og kommunur, spæla við í slíkum projektum, men stigtakararnir mugu vera har, tí teir fáa tingini at henda.

Ítróttarøki við
møguleikum

Latið okkum ikki gevast her, men halda fram at byggja og menna hetta økið – her eru fleiri spennandi møguleikar eftir, bæði á økinum eystan fyri svimjihøllina og við samanbyggingum av verandi bygningum.
Her kann eg upplýsa, at býráðið hevur samtykt at stuðla eini samanbygging av høllunum báðum.
Ein slík bygging fer at geva heilt nýggjar møguleikar fyri nýtslu av hallunum, eisini við øðrum enn ítróttatiltøkum.
Eisini inni í hesari høllini eru fleiri ymiskar ítróttagreinar samansjóðaðar undir sama taki við hølunum, sum fleiri feløg nú fáa fram við aðrari síðuni á hesi høllini.
Eg vil brúka hetta høvi til at bera tykkum, sum hava staðið fyri byggingini av høllini eina tøkk fyri væl úr hondum greitt arbeiði.
Enn er økið uttan um høllina ikki heilt liðugt, men har er ein ætlan løgd fyri tann partin eisini, so tað verður gjørt um ikki so langa tíð.
Latið okkum í dag fegnast um tað nógva, sum her er avrikað, samstundis sum vit seta okkum fyri at fara væl um hesar sera snotuligu umstøður, sum heilt vist fara at menna okkara ítróttalív.
Takk fyri.