Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri: Eldsálir stovnaðu Dr. Margrethu Barnagarð

John William Joensen

Á 50 ára hátíðarhaldinum hjá Dr. Margrethu Barnagarði leygardagin helt Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri hesa røðu, har hann millum annað staðfesti, at flestu frambrot her í kommununi eru skapt av privatum fyritakssemi, har persónar, sum brendu fyri eini søk, tóku stig til at seta tiltakið á stovn.

Góðu starvsfólk, brúkarar, nevndarlimir og leiðarar.

Takk fyri innbjóðingina og hjartaliga tillukku við 50 ára føðingardegnum.

Drotningar Margrethu Barnagarður er ein av elstu barnagørðunum í landinum, og hann er so nógv tann elsti her í kommununi.

Hann hevur tí eina heilt serliga søgu og er nakað heilt fyri seg, tá vit tosa um barnagarðar her í býnum.
Í dag verða alt fleiri lógir smíðaðar, sum áseta, hvussu stovnar skulu rekast, men eg haldi meg kunna siga, at hesin stovnurin framvegis hevur sín egna sjálvstøðuga samleika, sum er sprottin úr umhvørvinum her í og uttan um KFUM & K.

Tað sigur eitt sindur um høga aldurin hjá hesum stovni, sum byrjaði í 1957, at tey fyrstu børnini, sum komu her, í dag munnu vera um 60 ára aldur.

Eisini kunnu vit staðfesta, at stigtakararnir til hendan stovnin sóu longur fram í tíðina enn tey flestu, tí tann næst elsti barnagarðurin her í kommununi varð stovnaður í 1997. Tað vil siga, at Drotningar Margrethu Barnagarður tá hevði verið einsamallur barnagarður her í kommununi í heili 40 ár – tó hevði Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt tá verið virkin í eitt áramál.

Sum nevnt, er barnagarðurin sprottin úr KFUM & K.

Tað vóru limir í KFUM & K, sum tók stig til stovnsetanina, har privatpersónar tey fyrstu árini løgdu lív og sál í at fáa endarnar at røkka saman hjá stovninum, tí tey fyrstu árini mátti stovnurin sjálvur rinda útreiðslur, sum í dag verða goldnar av kommununi.

Vit eru hesum eldsálum takksom fyri teirra offurvilja og avrik til frama fyri uppvaksandi ættarliðið.

Flestu frambrot her í kommununi eru skapt av privatum fyritakssemi, har persónar, sum brendu fyri eini søk, tóku stig til at seta tiltakið á stovn.

Til dømis eru fleiri av skúlunum her í økinum byrjaðir sum privat tiltøk, har feløg og einstaklingar hava tikið lógvatak, tí tey sóu fleiri møguleikar og longur fram í tíðina enn tey flestu gjørdu.
Við tíðini eru hesir stovnar mentir til tað, teir eru í dag.

Her smæðist Drotningar Margrethu Barnagarður sanniliga ikki burtur ímillum. Hetta er ein væl virkandi og nútímans rikin stovnur, sum er væl umtóktur millum brúkararnar. Ein stovnur, ið vit sum kommuna kunnu vera, og eru, stolt av.

Eg kagaði inn á tykkara snøggu heimasíðu fyri at kunna meg eitt sindur um tykkara virksemi.

Har kundi eg eitt nú lesa hetta um stevnumiðið hjá stovninum, har tað millum annað stendur:

Vit vilja, í samstarvi við foreldur og barn, tillaga stovnin soleiðis, at vit í einum kristnum, tryggum og barnavinarligum umhvørvi, kunnu geva hvørjum barni sær:

• umsorgan, tryggleika og kærleika
• at menna barnið aldurssvarandi
• at síggja hvørt einstakt barn sum tað er
• geva barninum møguleika til samavgerð og samábyrgd, samsvarandi aldurin

Arbeiðið, sum tit her gera, er eitt tað mest týdningarmikla, sum finst í samfelagnum. Tað at vera við til at ala upp, mynda og menna komandi ættarlið til góðar samfelagsborgarar.
Menniskja er jú tað dýrabarasta tilfeingið, sum finst.

Hetta arbeiðið hevur Drotningar Margrethu Barnagarður nú gjørt í hálva øld.

Vit kunnu í dag gleðiliga staðfesta, at arbeiði tykkara hevur hepnast væl.

Vón og ynski mítt er, at tit framhaldandi skulu hava eina hepna hond í arbeiðnum.

Vegna býráðið vil eg ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 50 ára stovningardegnum.

– – –

Takk fyri.