Býráðið hevur mannað Ferðslunevndina við Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd, Kári Thorsteinsson, umboðandi løgregluna, og Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson, umboðandi Teknisku Umsiting.
Býráðið hevur mannað Ferðslunevndina við Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd, Kári Thorsteinsson, umboðandi løgregluna, og Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson, umboðandi Teknisku Umsiting.
Á býráðsfundinum 29. januar 2013 samtykti býráðið at velja formannin í Teknisku Nevnd, Steinbjørn O. Jacobsen, sum umboð býráðsins í Ferðslunevndini.
Í kommunustýrisskipan býráðsins, §39, 1. petti, er ásett, at ”Ferðslunevndin, sum er ein faknevnd innan tekniska málsøkið, er mannað við trimum limum og verður vald á fyrsta býráðsfundi eftir hvørt býráðsval við einum umboð fyri býráðið (býráðslimur), einum umboð fyri Teknisku Umsiting og einum umboð fyri løgregluna”.
Undirnevnd hjá Teknisku Nevnd
Víðari er ásett í kommunustýrisskipanini, at Ferðslunevndin er ein undirnevnd hjá Teknisku Nevnd, og var tað eisini Tekniska Nevnd, sum upprunaliga tók stig til at stovna Ferðslunevndina. Tað er tí nátúrligt, at formaðurin í Teknisku Nevnd eisini er formaður í Ferðslunevndini, og hetta hevur eisini fyri tað nógva verið siðvenja.
Sjálvstøðug á nøkrum økjum
Sum undirnevnd hjá Teknisku Nevnd býráðsins hevur Ferðslunevndin fylgjandi heimildir:
Sjálvstøðug virkisøki og heimildir:
Mál um vegbungur, at skelta við víkiskyldum og parkeringsavmarkingum og um avstríping av gonguteigum v.m. skulu leggjast fyri Ferðslunevndina, sum tá hevur fulla heimild og kann sjálvstøðugt fremja í verki samtyktir innan hetta málsøkið, treytað av, at játtan er tøk til tær útreiðslur, ið standast av tiltakinum.
Tilmælandi virkisøki og heimildir:
Mál um beinleiðis broytingar av ferðslumynstrinum, so sum einsrættingar av vegum, ella tiltøk, sum hava ávirkan á vegkassan, so sum smalkaðar koyribreytir o.s.fr., og mál um áseting av mest loyvdari ferð skulu somuleiðis leggjast fyri Ferðslunevndina, sum tá hevur avmarkaða heimild og er tilmælandi yvir fyri Teknisku Nevnd.
Fíggjarligar heimildir:
Ferðslunevndin hevur formliga heimild frá Teknisku Nevnd til at disponera fíggjarliga innan ta til eina og hvørja tíð galdandi játtan til ferðslureguleringar av tí slagnum, sum reglugerðin gevur heimild til.




