Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steintór Rasmussen fekk barnabókaheiðursløn

John D. Olsen

Steintór Rasmussen fekk í gjár handaða Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri songbókina Kular Røtur

Seinnapartin í gjár var hátíðarløta í Müllers Pakkhúsi har barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráð var handað. Tað var borgarstjórin Heðin Mortensen, ið handaði Steintór Rasmussen barnabókavirðislønina, fyri sangbókina Kular Røtur, sum hann gav út í fjør. Saman við heiðursbærvinum fylgdi 20.000 kr.

“Tað eru sjálvandi fleiri, sum hava uppiborið rósur nú barnabókavirðislønin fer til Klaksvíkar” segði Steintór í stuttu røðuni hann helt eftir at hava fingið heiðurslønina.

Steintór heldur, at tað verður so nógv gott tilfar skapt í Føroyum í dag, sum eisini hevur uppiborið eina gularót. “Men” segði hann, “hesaferð var hon latin til eina kularrót.”

“Tað er eitt ordiligt herðaklapp, tá onnur virðismeta tað arbeið, sum ein hevur verið við til at gjørt. Eg haldi eisini, at tað er gott fyri sangirnar í bókini, at positivt ljós verður varpað á teir. Persónliga eri eg glaður fyri heiðurslønina og vóni eg, at sangirnir í Kular Røtur koma at verða sungnir innan skúlagátt”, sigur Steintór í stuttari samrøðu.

Um sínar egnu ætlanir um arbeiði við barnatilfari í framtíðini sigur Steintór, at hann hevur okkurt liggjandi í skuffuni, sum kemur út seinni í ár. Harafturat skrivar hann krimigátur, sum standa í Barnablaðnum.
“Eg rokni tó við, at hendan heiðurslønin stimbrar til hugin at halda áfram við at skriva til børnini” sigur Steintór.

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977.