Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

STEINWAY-KONSERT umvegis SPIRIO í KLAKSVÍK

Dávur Winther

Í kvøld, hóskvøldið 22. mai kl. 18:00 kanst tú uppliva fyrstu Spirio-konsertina í Varpinum.

Navnframi norski Steinway-artisturin, Esben Berg framførir í Steinway Piano Gallery – Oslo, og solo-konsertin verður beinleiðis stroymd til onnur Spirio-flygil í Norðanlondum og kring allan heimin.

Hetta merkir, at vit kunnu bæði síggja og hoyra forkunnugu konsertina úr Oslo, live heima í Klaksvík – í høllini í Varpinum. Flýglið í Varpinum, sum er eitt Steinway 274 D – SPIRIO, spælir júst tað, Esben Berg framførir í Oslo í teirri løtu, vit sita í Klaksvík og lurta! 

Vit hoyra framførsluna umvegis okkara egna Spirio-flygil, og síggja samstundis klaverleikaran spæla á stórskíggjanum.

Esben greiðir stutt frá, hvat hann spælir, og vit síggja hann spæla umvegis fýra ymisk myndatól á stórskíggja.

Konsertin, sum er almenn og ókeypis, byrjar kl. 18:00 (føroyska tíð)

Vælkomin forkunnugu løtu, sum er undir ein tíma!

Harleyfacadeacryl