Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

STELLA POLARIS – KAPPING FYRI UNGAR KLASSISKAR TÓNLEIKARAR

John William Joensen

Ungir føroyskir klassiskir tónleikarar fáa nú høvi at royna seg í kapping, sum hevur fingið navnið Stella Polaris.

Ungir føroyskir klassiskir tónleikarar fáa nú høvi at royna seg í kapping, sum hevur fingið navnið Stella Polaris.

Stella Polaris er nýtt fyribrigdi í føroyskum tónleikalívi. Musikkskúlanevndin í Tórshavnar komm­ unu hevur gjørt avtalu við Eik Banka um fíggjarligan stuðul til hesa kapping, ið gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum føroyingum, ið spæla klassiskan tónleik.

Ætlanin er, at kappingin verður hildin á hvørjum ári. Henda fyrsta Stella Polaris kappingin verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 28. februar og 1. mars 2014.

”zVið at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir Musikkskúlanevndin saman við Eik Banka at geva eitt íkast til føroyska mentanarlívið. At stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki millum ung, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, umframt sum heild at staðfesta skapanargleði, menning og dygd“, sigur Malan Thomsen, forkvinna fyri Musikkskúlanevndina í Tórshavna Kommunu.

Ein dómsnevnd við fimm limum fer at taka dagar ímillum luttakararnar. Dómsnevndarformaður er John Wallace, víðagitin tónleikari, professari og stjóri á Royal Conservatoire of Scotland.

Vinnarin av Stella Polaris kappingini fær 1. virðisløn, sum er kr. 25.000, umframt heiðurin at taka lut sum solistur á eini konsert við Føroya Symfoniorkestri. 2. virðisløn er kr. 10.000, og 3. virðisløn er kr. 5.000.

”zVit eru sera fegin um samstarvið og at kunna geva føroyskum ungum henda møguleika at vísa síni kynstur og nakað at stremba fram ímóti“, sigur Ólavur Jensen, marknaðarleiðari í Eik.

Freistin at tekna seg til kappingina er 6. januar 2014, og aldursmarkið er 24 ár.Til ber at lesa meira um og tekna seg til kappingina á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla www.tm.fo