Nógv bendur á, at KÍ verður ikki millum styrkismettu liðini í 1. umfari í Champions League í ár.
34 lið verða við í 1. umfari í Champions League og tað merkir, at fyri at KÍ skal verða styrkismett, so skulu 17 lið hava lægri styrkistal. Í løtuni eru hesi átta liðini, sum hava lægri stigatal:
RFS (Lettland)
Tobol (Kasakhstan)
Dinamo Batumi 3.250
Meistarin í Albania
Malta
Kosovo
Póland
Vinnari undanumfar (Víkingur(Ísland), FCI Levadia, meistarin í Andorra pg meistarin í San Marino)
Men tað er framvegis langt upp til 17 og hyggur man eftir, hvørji lið liggja til at blíva meistarar, so er lítið sannlíkt, at 17 lið verða við lægri styrkistali enn KÍ. Tískil ganga vit útfrá, at KÍ ikki verður styrkismett.
Tá eru m.a. Malmø (Svøríki)og Bodø Glimt (Noreg) tvey av liðunum, sum KÍ kann møta.
Harafturat mest sannlíkt meistararnir í:
Kroatia
Sveis
Grikkalandi (Mest sannlíkt Olympiakos)
Ísrael
Bulgaria (Mest sannlíkt Ludogorets)
Rumenia (Mest sannlíkt CFR Cluj)
Ungarn
Azerbadjan (Mest sannlíkt Qarabag)
Slovakia (Mest sannlíkt Slovan Bratislava)
Moldova (Mest sannlíkt Sheriff)
Afturat hesum koma m.a. nøkur lið, sum á pappírinum tykjast nakað veikari, har KÍ kann koma at fáa ein møguleika. Har er møguligt, at m.a. meistararnir í Wales, TNS, Litava (Zalgiris), Finnlandi (HJK Helsinki) og Luksemborg verða styrkismettir.
Vinnur KÍ í 1. umfari, so fer KÍ altíð í Evropa League fyrst eftir eitt tap í Champions League. Men tapir KÍ í 1. umfari, so fer KÍ í 2. umfar í Conference League, har liðið møtir einum tapara í 1. umfari í Champions League. Fyri at koma í bólkaspæl, so skal 3. umfar og play off dysturin vinnast afturat 2. umfari.



