Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sterka rødd at umboða tey veiku

Gunnvá Tróndardóttir Joensen

Góði borgari í Klaksvíkar kommunu. Fyri fyrstu ferð stilli eg upp til býráðsvalið í Klaksvíkar Kommunu. Hetta fyrsta skrivið frá mær er stutt – bara nøkur fá orð um, hvat eg standi fyri. Sum valevni fyri Javnaðarflokkin ber hetta í sær sjálvum greidliga boð um, hvørji virðir eg havi. Eg vóni, at tey sum kenna meg bara eitt lítið sindur, vita, at virðini frælsi, javnrættindi og samhaldsfesti veruliga eru ein stórur partur av mær. Tað, sum eg vil royna at gera í tíðini fram til valið 8. november, er at lata øll fáa at vita, hvat eg standi fyri, og hví eg stilli upp. Tað fari eg at gera við m. a. at hava ein almennan politiskan profil á Facebook, sum tit kunnu dáma, og soleiðis fylgja við í tí, eg skrivi. Eg fari at hava nakrar greinar úti í miðlunum, ið siga, hvat eg haldi manglar at verða viðgjørt í Klaksvíkar Kommunu, og hvørjum eg fari at arbeiða fyri, verði eg vald inn. Børn, barnafamiljur, eldri og tey, ið bera brek ella sjúku, eru tey menniskju, ið eg brenni sterkast fyri, og vil hjálpa. Eg haldi, at hesi menniskju detta ov ofta burtur ímillum. Hesar røddir vera ofta ikki hoyrdar – í øllum førum ikki nóg væl. Lætt er at køva hesar veiku røddirnar við stórum maskinum og nógvum buldri. Eg vil vera rødd teirra, ið onga rødd hava. Saman standa vit sterk.

Gunnvá Tróndardóttir Joensen Rødd teirra, ið onga rødd hava
Valevni Javnaðarfloksins

Harleyfacadeacryl