Møtti ikki upp til venjing í dag og ynskir ikki at fara við Liverpool á venjingarlegu.
Sunnudagin skal Liverpool til Thailand á venjingarlegu og seinni skal liðið til Australia. Men í gjár kom fram, at 20 ára gamli enski landsliðsleikarin Raheem Sterling hevði lagt fram ynski um, at hann ynskti ikki at koma við til venjingarleguna. Orsøkin er, at Sterling og Liverpool ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála mitt í seinasta kappingarárinum og síðani hevur tað verið ”kalt” millum partarnar. Manchester City er liðið, ið hevur lagt mest fyri at fáa leikaran og hevur eisini bjóðað 40 milliónir pund. Tað er eisini Manchester City, sum Sterling ynskir at sleppa til. Liverpool krevur 50 milliónir pund.
Í dag fekk søgan meir at ganga á, tá Sterling ikki møtti upp til venjing hjá Liverpool. Hann meldaði seg sjúkan, men ensku miðlarnir siga, at tað neyvan er talan um sjúku, men bara enn ein roynd at sleppa burtur frá felagnum. Tað verður eisini sagt, at Liverpool læknatoymið fer at kanna støðuna hjá Sterling og tí er neyvan seinasta orðið sagt í hesi sakini.




